Á sonevndum Europa Cantat (t.e.Europa syngur) stevnum, sum triðja hvørt ár verða hildnar ymsa staðni í Europa, hevði eg serliga varnast hendan kórleiðaran, og tá tað í fráboðan til slíka kórstevnu í Autun í Fraklandi í 1973 kundi veljast inn á verkstaðarbólk hjá Willi Gohl við “Skapan” Haydns sum verkevni, var ongin ivingur um valið.
Stór var tónleikaliga upplivingin, men sjálvum manninum komst ikki soleiðis beinanvegin í nánd av. Men við ein “dinér d´honneur” (heiðursdøgurða), sum borgarstjórin í býnum hevði boðið øllum teim luttakandi kórleiðarunum til, kom eg at sita til borðs yvir av Willi Gohl og konu hansara Verena. Okkurt var tá at finna uppá at tosa um, og so greiddi eg teimum frá okkara “cantatstevnum” heima í Føroyum og spurdi leysliga, um hann kanska hevði havt hug at komið og verið við onkuntíð. Tutlandi við konuna helt hann við einum høviskligum eygnabrá fyri, at tað kundi verið áhugavert. “Ájú, okkurt skalt tú siga”, hugsaði eg við mær.
Men kløkkur var eg hálvt ár seinni, tá telefoninin ringdi: ”Es ist Willi Gohl”! Jú, hann hevði tikið sær sabbatsfrí frá sínum arbeiði eina tíð, skuldi á vitjanarferð til sonin í USA og kundi hugsað sær at lagt norðuratlantsleiðina yvir Ísland og Føroyar á veg heimaftur. Um hann ynskti at koma sum ferðarmaður, ella vitjanin skuldi hava við tónleik at gera? - ”Wir wollen Musik machen!”, var svarið.
Tá vit so seinni komu at tosa um, hvat framførast skuldi, nevndi hann eitt í hansara hugaheimi minni verk sum G-dur Messuna eftir Fr. Schubert. Hon kravdi ikki so nógv: umframt lættsungnar kórsatsir okkurt smávegis fyri sopran-, tenor- og basssolistar (eg visti, at vit høvdu ongar slíkar skúlaðar sangara tá) og so eitt minni strúkiorkestur: fimm 1. og fýra 2. fiólir (høvdu valla meira enn 4-5 spælarar tilsamans á slíkum støði), 3 bratschir (høvdu vit eina, var tað alt) og so tvær celli + kontrabass (her høvdu vit bara Verland Johansen, sum eftir tørvi spældi bæði cello og kontrabass). “In Ordnung!”, segði eg heldur heitur um oyruni.
Hvat var nú til ráða at taka? Jú, ein roynd kundi tað kanska verið at sett seg í samband við grannarnar fyri vestan. Tók telefonina og ringdi til Kristinn Hallsson, gitin sangari og deildarleiðari í mentamálaráðnum í Reykjavík. “Nú mást tú hjálpa okkum, Kristinn!” – og so reksaði eg upp tað, sum okkum tørvaði. Hann skuldi “kanna málið”, og tað gingu ikki nógvir dagar, so ringdi hann aftur. Jú, hann hevði funnið fram til ein sangarabólk, har slíkir solistar vóru ímillum, og kamarorkestur tónlistaháskúlans við tí gitna fiólspælaranum Bjørn Ólafssyni sum leiðara var sinnað at koma. Og ikki bara tann boðskapin hevði hann at bera, men eisini tað, at íslendska mentamálaráðið vildi rinda ferðarkostnaðin!
Stórfingin gjørdist tann kórstevnan, og fyri mongum sangara mundi tað kennast, sum at hurðin í samvinnu við úrmælta tónleikasnillingin Willi Gohl tá av álvara gloppaðist út móti alheiminum.
Níggju ár seinni, ein dagin í juli 1983, eru telefonboð aftur úr Sveits. Nú er tað Verena Gohl. Á musikkonservatoriinum, har Willi Gohl var rektari, høvdu tey havt fyrilestrarvitjan av tónaskaldinum og tónlistarvísindamanninum Werner Schulze úr Wien, og í privatari hugnaløtu aftaná vóru tey í práti komin framá, at tey høvdu felags vinir og kenningar í Føroyum. Minnir vaknaðu, og hugur kveiktist til kanska enn eina vitjanarferð higar norður í Atlantshav. Tað skuldi ikki ligið illa fyri, helt eg; tí til upplatingina av nýggja Norðurlandahúsinum í mai mánaði frammanundan høvdu vit savnað sangarar til stórt “Føroyakór”, og í juni hevði nýstovnað føriskt symfoniorkstur, sum lærarar í Royndarmusikkskúlanum høvdu tikið stig, havt sína fyrstu framførslu.
Úrslitið av endurupptikna sambandinum gjørdist framførsla av C-dur Messu Beethovens á sumri 1984, 300-ára Bach- og Händel-hald 1985, førisk frumframførsla av Jóhannespassión Bachs í 1987 og sama í fylgjandi árum av Krýningarmessu Mozarts, Jólaoratorium Bachs, “Ein Deutsches Requiem” hjá Brahms, Carmina Burana eftir Carl Orff o.a.m.
Jú, við Willi Gohl fingu stórverk tónleikasøgunnar veruligt fótafesti í Føroyum, og við honum upplivdu vit tónleikafremjara á altjóða støði. Men ikki bara vit luttakandi ríkaðust av hesum vitjanum. Í 1993, tá vit framførdu “Skapanina” eftir Joseph Haydn á fyrsta sinni í Føroyum, var Vesturkirkjan á tremur við áhoyrarum ikki bara 1. hvítusunudag, men eins nógv vóru møtt dagin eftir, og sum sást, var tað í stóran mun somu fólkini, sum vóru komin aftur at lýða á!
Millum glottar, sum nú renna fram fyri ein, var t.d. tá hann á einari vikuskiftisvitjan stjórnaði gitnu tónlistarperlu Mozarts “Ave verum” á kórsgáttini í Vesturkirkjuni. Sitandi á orgulbeinkinum – hetta var undir gudstænastu – var tað mær ein serstøk uppliving at eygleiða, hvussu tónleikur streymaði av hesum manni, har hvør smidlig handrørsla fekk endurljóð í hesum undurfulla tónleiki.
Men ikki bert skapti hann kórljóm uttan um seg – sama professionella handalagið hevði hann, tá tað um instrumentalan tónleik ráddi. Minnist einaferð í samband við annað fyrireikandi kórvikuskifti, at eg legði fyri hann nótarnar til eina Buxtehude kantatu, sum vit í okkara kóri høvdu sungið áður. Við partiturinum fyri sær sessaðist hann við cembaloið, og sitandi millum musikarnar dró hann hetta verk upp á eitt støði, sum vit ikki høvdu upplivað tað áður. Minnisverd var eisini vertskaplig løta eftir konsert í Norðurlandahúsinum, tá hann og gitni fiólspælarin Alberto Lysy, sum tá eisini var á vitjanarferð, okkum til undirhald spældu onkran eggjandi tango saman. Nevnast kann eisini, at á kórstevnujubileumshaldi nøkur ár herfyri, skaraði Willi Gohl framúr millum mætar kórleiðaragestir uttaneftir.
Tíðliga komu góðu tónlistargávur W. Gohls til sjóndar. Hann var bygdadrongur, føddur og barnvaksin uppi í Züricher Oberland. Tá hann var 14 ára gamal, fór mamman við honum inn í stórbýin til eina kapping í klaverspæli, og glaður og errin mundi hann vera, tá hann kom heimaftur við fyrsta prísinum.
Men ikki fór hann so beinanvegin undir hægri tónleikalesnað, tók fyrst læraraprógv og var barnalærari í tvey ár, og hóast hann eftir síni konservatoriiár var búgvin til eina vónríka framtíð bæði sum pianistur og sum kór- og orkesturleiðari, bleiv uppalingarvirksemið hansara lívsleið, hetta at “schaffen Nachwuchs”, skapa nýggjan gróður, sum hann so ofta tók til.
Gitin um alt heimlandið gjørdist hann við sínari kringvarpsrøð “Offenes Singen”, har hann við heilt serstøkum hegni við orðum og undirspæli læt lurtarum upp fyri fólksligum felagssangi á høgum listarligum stigi. Ein varhuga av hesum hansara einskila gávum fingu vit á einari adventskonsert í Norðurlandahúsinum, har hann við einføldum jólaløgum spann saman eina minniliga kórskrá.
Í hesum viðfangi rennur mær eisini í huga, tá Frits Johannesen í sambandi við eina av vitjanarferðum W. Gohls bað um at fáa hann ein seinnapart norður til Fuglafirðar at arbeiða við sínum gentukóri. -” Hvat kunnu tey fáa burtur úr tí?” hugsaði eg við mær,”hann veit onki um genturnar, teirra støði og tað, sum tær syngja”. Men sum tann føddi pedagogurin og drivni musikarin hann var, fann hann beinanvegin inn á rætta støðið, og bæði genturnar og vit, sum lýddu á, fingu eina ógloymandi uppliving.
Soleiðis var Willi Gohl altíð fúsur at leggja sín førleika til, at stuðla har sum høvi var til tað. Dygdargott tónleikavirksemi í fólksins tænastu var honum ein aðal tilelving. Tí verður navn hansara standandi millum eldsálir, sum gingu undan í tí felagsskapi, har vit hittu hann á fyrsta sinni: Europa Cantat, hvørs fremsta endamál er við felags kórsangi at skapa vinarlag um landamørk og samljóð millum tjóðir.
Ólavur Hátún