Fyri løtu síðan kunngjørdi Írski bólkurin Westlife á Facebook, at teir eru aftur í gongd við at framleiða tónleik, og samstundis at teir fara á konsertferð.
Tónleikabólkurin Westlife hava hvørki framleitt tónleik, ella spælt konsertir tey seinastu 6 árini, og hetta er av tí sama sera óvænta fyri fleiri av teirra áhoyrarum. Westlife kunngjørdu nýggjheitirnar á Facebook í kvøld, og viðmerkingarnar eru nógvar í talið, summi siga seg gráta gleðis tár, meðan onnur eru so bilsin at tey hava ilt við at trúgva tí.
Nýggji tónleikurin sigst at koma út seinni í ár, og konsertferðin at byrjað í næsta ár. Bretski tónleikarin, og sangskrivarin, Ed Sheeran, sigst at hava skriva onkrar sangir saman við Westlife, á nýggju fløguni.
Í uppruna bólkinum av Westlife vóru fimm limir, Kian Egan, Nicky Byrne, Mark Feehily, Shane Filan, & Brian Mcfadden. Bólkurin trýnir tó framm uttan Brian Mcfadden, ið valdi at fara úr bólkinum í 2004.
Um teirra “comeback”, siga teir seg verða spentan at koma út at spæla aftur, og gleða seg til næsta kapittulin av teirra tónleikaferð.
Sjónbandið har teir kunngerða teirra "comeback" er at síggja á teirra Facebook síðu
<script async src="https://platform.twitter.com/widgets.js" charset="utf-8"></script>