Talsmaðurin hjá Vladimir Putin, forseta, sum kallast Dmitrij Peskov, er avgjørdur í málinum um dronu-álopið á Kreml.
- Tað er Washington, sum definitivt stendur aftanfyri dronuálopið í Moskva, sigur hann.
Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga í morgun.
Dmitrij Peskov sigur, at tað eru amerikansku myndugleikarnir, sum velja út "málini", og so eru tað ukrainar, sum fremja álopini í verki.
- Slíkt er ofta dikterað hinumegin havið. Vit vita tað gott, og tey í Washington eiga at skilja, at vit vita tað, sigur Kreml-talsmaðurin.
Hann heldur, at tá Kyiv og Washington royna at avvísa hendingina mikunáttina, so er hetta eftir hansara tykki láturligt.
Dmitrij Peskov sigur, at Russland nú umhugsar, hvussu landið skal hevna álopið.
Talsmaðurin vil tó ikki gera viðmerkingar til útsøgnina hjá fyrrverandi forseta Russlands, Dmitrij Medvedev, sum heldur, at forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, skuldi verið fyribeindur.
##med2##
Fleiri serfrøðingar hava sátt iva um, hvørt dronuálopið á Kreml var veruligt - ella pallsett av russum sjálvum.
Institute for the Study of War heldur í síni nýggjastu dagføring, at mangt bendir á, at hendingin í Moskva er pallsett av russum sjálvum, eins og vit fyrr í morgun endurgóvu ISW fyri at siga.