Í Wales vóru tað ikki mong, sum roknaðu við, at walisiska fótbóltslandsliðið fór at røkka EM-hálvfinaluni, og tað hevði walisiski miðvallarin hjá Crystal Palace, Joe Ledley rokna við.
Eftir ætlan skuldi Joe Ledley giftast unnustu sínari, Ruby May Ridgeway niðri á sponsku oynni Ibiza, men orsaka av tí ótrúliga walisiska fótbóltsævintýrinum er brúðleypið avlýst.
Gareth Bale og hinir liðfelagarnir á walisiska landsliðnum hava ikki gjørt so lítið burturúr at arga Joe Ledley við, at hann hevði so lítla tiltrúgv til, at teir fóru at koma so langt í EM-endaspælinum: - Tað er bara eitt at gera hjá Joe, og tað er at finna eina nýggja dagfesting fyri brúðleypinum hjá honum og Ruby May, segði Gareth Bale stórflennandi við waliskar miðlar í dag.
Mikukvøldið klokkan 20 spælir Wales EM-hálvfinalu ímóti Portugal í Lyon. Talan er um størsta dyst í walisisku fótbóltssøguni síðani HM-fjórðingsfinaluna í Göteborg í Svøríki í 1958, tá Wales tapti 0-1 til Brasil. Tá skoraði Pelé sigursmálið.