- Eg haldi at eg havi uppiborið eitt pláss á liðnum. Eg havi sjálvandi viðring fyri avgerðinum hjá Fabio Capello, sigur Theo Walcott.
21-ára gamli Theo Walcott hevur spælt 11 landsdystir og skorað 3 mál. Hann skoraði øll síni trý málini ímóti Kroatia í septembur í 2008.
- Capello segði at hann var keddur av tí. Hann segði at eg ikki var ein av teimum útvaldu og at eg ikki skuldi við til HM, sigur Theo Walcott.
Til HM 2006 var søgan umvend. Sum 17-ára gamal eydnaðist tað Walcott at vinna sær eitt pláss í HM hópinum, ið fór til Týskland. Tá hevði Walcott framvegis ikki spælt í Premier League.
- Capello segði við meg, at eg komi at hava ein stóran leiklut í EM12 kappingini og tað var líka sum tað. Tað er torført hjá mær at góðtaka hetta, eins og tað er torført hjá hinum, sum ikki skulu við til Suður Afrika, sigur Theo Walcott.
Hinir seks leikararnir, sum blivu valdir frá 30-mans hópinum til HM endaspælið eru, Darren Bent, Adam Johnson, Scott Parker, Tom Huddlestone, Michael Dawson og Leighton Baines.
- Eg eri sera vónbrotin, men vil gjarna ynskja liðnum góða eydnu og eg vóni at teir klára seg væl, sigur Theo Walcott, sum til dagliga spælir við Arsenal.
Ongland er í bólki við USA, Algeria og Slovenia. Fyrsti dysturin hjá Onglandi er ímóti USA 12. juni.










