Tær hava vunnið 15 róðrar í ár. À teimun sjey stevnunum, sum telja, hava tær róð ein innleiðandi róður og síðani ein finaluróður. Hesar hava tær allar vunnið – bæði innleiðandi og finaluróðurin. Genturnar byrjaðu at venja undir Anju Vang úr Sandavági í februar í ár, og tað hevur givið úrslit.