Vrakaðu - men høvdu hurð á gloppi

- Vit viðgjørdu semingsuppskotið gjølla, men her var einki at gera. Tað var ein samd nevnd, sum vrakaði tað, sigur Regin Nónstein, næstformaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag

Samráðingar

Regin Nónstein, næstformaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sigur, at felagið var slett ikki nøgt við semingsuppskotið, sum semingsmenninir, Terji Sigurðsson og Jóannes Djurhuus, løgdu fyri partarnar í seinastu viku, og sum bæði FSN og Føroya Reiðarafelag vrakaðu.
- Nevndin í FSN viðgjørdi uppskotið gjølla, men her var einki at gera. Tað var tí ein samd nevnd, sum vrakaði tað. Á fundinum hósdagin, tá ið vit skuldu svara semingsstovninum, høvdu vit eitt bræv við okkum, har vit søgdu, hvørji viðurskifti vit vóru sinnaðir at tosa nærri um. Sostatt vrakaðu vit uppskotið, men høvdu samstundis eina hurð á gloppi. Vit vildu lika sum vísa á eina gongda leið, um samráðingarnar hildu fram.
Føroya Reiðarafelag avgjørdi eisini á limafundi hósmorgunin at vraka semingsuppskotið, men skjeyt upp, at tey átta limafeløgini hvør sær tóku upp samráðingar við Føroya Skipara-og Navigatørfelag.
Úrslitið varð, at feløgini samdust um at leingja verandi sáttmála fram til 1. apríl í ár og at taka samráðingarnar uppaftur sum skjótast.

Langt ímillum

Regin Nónstein sigur, at feløgini hava staðið langt frá hvørjum øðrum í hesum samráðingunum, og at tað serliga er luttøkan í øktum oljuútreiðslum og sáttmálin um teir stóru flakatrolararnar, eins og sáttmálin um ídnaðarskipið, Sheanne, sum skilti partarnar.
- Skálaberg hevur havt ein sersáttmála, men Føroya Skipara-og Navigatørfelag vil hava allar teir stóru trolararnar undir somu viðurskifti, bæði tá ið roynt verður í Barentshavinum og í Irmingarhavinum.
Hann vísir á, at Sheanne siglir eftir ídnaðarsáttmálanum, ið varð gjørdur fyri teir smáu bátarnar, sum royndu í Norðsjónum. Hesir høvdu einar 4-6 mans umborð, men manningartalið umborð á Sheanne liggur millum 9 og 10.
- Tað er krav, at Sheanne hevur tveir stýrimenn, men ídnaðarsáttmálin er ikki gjørdur til tveir stýrimenn.
FSN vildi tí hava, at Sheanne kemur undir sama sáttmála sum gamli Jupiter sigldi undir.

Felags viðurskifti

Regin vísir á, at tað eru fleiri viðurskifti, sum eru galdandi fyri øll manningarfeløgini, og her er eitt nú talan um uppsagnarreglur, avskeiðing og endurgjald. Somuleiðis er kryvjimaskinan ein partur.
- Í sáttmálanum millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag er gjørt eitt protokollát, sum bert kemur í gildi, um øll manningarfeløgini kunnu semjast um tey viðurskifti, sum eru í protokollátinum, og her er eitt nú talan um luttøku í øktum oljuútreiðslum og kryvjimaskinan, sum ætlandi verður ein frádráttur av óbýttum, sigur hann.
Nú eingin nýggjur sáttmáli er gjørdur millum FSN og limafeløgini hjá Føroya Reiðarafelag, eru nevndu viðurskifti í umrødda protokolláti ikki galdandi.

Kom óvart á

Sum skilst á Regini Nónstein, kom tað púrasta óvart á Føroya Skipara-og Navigatørfelag, at Føroya Reiðarafelag á fundinum hósdagin skjeyt upp, at tey átta limafeløgini hvørt sær skuldu samráðast við FSN um nýggja sáttmálan.
- Nei, hetta høvdu vit slett ikki væntað, sigur hann.
Næstformaðurin í FSN sigur seg ikki duga at meta um útlitini, nú farið verður undir nýggjar samráðingar.
- Eg kann tó hugsa mær, at onkrar samráðingar verða lættari enn annars, men hinvegin verða felags reglurnar ivaleyst nøkulunda tær somu fyri allar sáttmálarnar.

Væntaðu samtykki

Regin sigur annars, at FSN ikki hevði væntað, at Føroya Reiðarafelag fór at vraka seinasta semingsuppskotið.
- Í okkara leiri lá tað í luftini, at reiðarafelagið helst fór at samtykkja semingsuppskotið, men tað gjørdi felagið so ikki, leggur hann aftrat.
Næstformaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag vil einki siga um, hvørt felaga hansara er nøgt við royndirnar hjá semingsstovninum í hesum samráðingunum.
- Nei, tað vil eg einki siga um, tí hesar samráðingarnar hava verið rættiliga truplar, sigur Regin Nónstein, sum at enda vísir á, at felagið áður hevur havt góðar royndir við Terja Sigurðssyni og Jóannesi Djurhuus, tá ið farmaskipasáttmálin varð gjørdur.