Vitan fyri varandi aling verður aftur í oktober

- Endamálið við ráðstevnuni er at viðgera og leggja fram nýggjastu gransking, sum hevur týdning fyri alivinnuna.

Vísindaliga ráðstevnan Vitan til varandi aling verður á Hilton Garden Inn í Tórshavn, fríggjadagin hin 20. oktober 2023.

 

Tað er Fiskaaling, sum skipar fyri tiltakinum, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram nýggjastu gransking, sum hevur týdning fyri alivinnuna.

 

Ráðstevnan vendir sær serliga til granskarar og fakfólk úr vinnuni - frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild.

 

Hetta er aðru ferð, at Fiskaaling skipar fyri Vitan fyri varandi aling.

 

Í 2021 hevði koronastøðan í landinum við sær, at ráðstevnan bleiv stroymd.

 

- Tiltakið var væleydnað og afturboðanir vóru um, at tørvur er á fleiri vísindaligum ráðstevnum í Føroyum, soleiðis at granskarar kunnu hittast oftari, samstarva tvørtur um fakmørk og leggja fram nýggjastu granskingarúrslit.

 

Tað siga tey á Fiskaaling í dag.

 

Lagt verður aftrat, at til ráðstevnuna hesa ferð hava fyriskipararnir valt evnini og hava sett seg í samband við granskarar um at halda framløgur.

 

- Í framtíðini er ætlanin at heita á áhugaði um at senda inn uppskot um evni til framløgur.

 

Skráin fyri ráðstevnuna, sum nú verður aftur í oktober, er skipað við trimum blokkum á umleið tveir tímar.

 

Blokkarnir eru:

 

* Um lús og fiskavælferð

 

* Um veðurlagsavbjóðingar

 

* Um búskapar- og samfelagsviðurskifti                

 

- Upplýsingar um tekning, luttakaragjald og neyvari skrá verða kunngjørd í næstum, siga tey á Fiskaaling í dag.