Eftir at hava fundast við Alzheimerfelagið um nýggja miðstøð í miðbýnum í Havn fyri dementar sjúklingar mælir sosiala nevnd í Tórshavnar Býráði at stuðla verkætlanini og játta neyðuga peningin.
- Broytingar á økinum eru átroðkandi, og tískil hava vit mælt fíggjarnevndini í Býráðnum at játta neyðuga peningin treytað av, at landið rindar hina helvtina, sum ásett er við lóg, sigur Beate L. Samuelsen. Hon vísir á, at Býráðið einsamalt ikki er ført fyri at rinda fyri alla verkætlanina á tvey ár, og tískil vónar hon, at landsstýrismaðurin er sinnaður at játta sína helvt av peninginum.
- Vit taka avgjørt undir við royndarverkætlanini og vóna, at miðstøðin fyri alzheimersjúklingar verður veruleiki, slær forkvinnan í sosialu nevnd í Býráðnum fast.