Vit trúgva upp á tað

Eftir sannførandi avrikið hjá 07 Vestur í Norðragøtu leygarkvøldið, kundi Tór-Ingar Akselsen nøgdur staðfesta, at øll orsøk er til framvegis at trúgva upp á eina tilveru í Vodafonedeildini:

– So leingi dystir eru eftir, hava vit sjálvandi ein kjans at verða verandi. Vit spæla upp ímóti øllum, sum vit møta, og vit skapa alla tíðina málkjansir, segði hann.

– Henda dystin komu vit ótrúliga væl frá byrjan, spældu væl og fingu mál. Eisini vil eg siga, at teir nýggju menninir, vit fingu í summarsteðginum, høvdu avgerandi týdning.

Tór-Ingar Akselsen helt ikki, at teir mistu vónina, tá Víkingur ta einu løtuna í seinna hálvleiki sá út til at koma afturíaftur.

– Vit hava tapt nógvar dystir í síðstu løtu, men síðstu dystirnar hava vit víst gott verjuspæl, og tað gjørdi seg eisini galdandi hesa ferð. Tí ivaðist eg ikki í, at vit fóru at halda leiðsluna, segði hann.