Vit skulu sjálv taka avgerðirnar um framtíðina hjá Eik

Hóast óteljandi uppskot og áheitanir, hevur landsstýrið blakað allan politiskan avgerðarrætt og ábyrgd frá sær fyri støðuni hjá Eik og tí føroyska fíggjargeiranum. Ístaðin letur landsstýrið seg brúka sum finna í talvinum hjá øðrum áhugamálum. Nú má onkur klokka ringja og ruðuleikin steðgast

Ei dáni í, at fólk eru ørkymlað. Um støðuna og framtíðina hjá Eik og tí føroyska fíggjarmarknaðinum sum heild.

Tilvildarlig sjónarmið, kúvendingar og mótsigandi útmeldingar sleingjast út í fjølmiðlarnar dagliga frá teimum, ið áttu at tikið ábyrgd fyri føroyska samfelagnum – nevniliga landsstýri og løgting. Hóttanir og síðani royndir at sissa aftur, daga knappliga fram frá teimum, ið hava tann veruliga avgerðarrættin og valdið, og sum hava heilt aðrar skyldur og áhugamál enn at skapa stabilitet og avgera framtíðina fyri føroyska fíggjarmarknaðin – nevniliga Finansiel Stabilitet og teirra umboð.

Hetta er í stuttum prísurin fyri ikki at vilja hava ávirkan, taka avgerðirnar og standa við ábyrgdina sjálv, men ístaðin at gykla føroyingum fyri, at okkara trygd og framtíð liggur í at lata onnur taka avgerðirnar fyri okkum – sum ikki hava ábyrgdina fyri avleiðingunum í Føroyum ella standa til svars móti føroyska fólkinum.

So hvat er tað, sum er hent, seinastu vikurnar – og áðrenn tað?

Politiskur avgerðarrættur um fíggjarmarknaðin
Tá altjóða fíggjarkreppan fór sum skógareldur um allan heim, tóku stjórnir í øllum londum beinanvegin ta støðu, at politiska skipanin – fólkaræðið – noyddist at taka fíggjarmarknaðin av ræði og seta hann undir umsiting við almennum stovnum, skipanum og pengum. Alt tosið um altjóðagerð og frælsi fyri privatan kapital, endaði nú við, at einstøku tjóðirnar og almenningurin sótu eftir við ábyrgdini og rokningini fyri sínar bankar.

Ein ørgrynna av ymsum skipanum vórðu gjørdar, har statirnir fóru inn og bjargaðu og stýrdu sínum bankum og fíggjarmarknaði.

Danmark gjørdi sínar skipanir, sum vórðu nevndar ”bankapakkar” (talan er um tríggjar ymsar ”pakkar” sum eru umfatandi lóggávur). Teir fevndu um óavmarkaða innskjótaratrygd í eitt tíðarskeið, lán til kjarnukapital í bankunum, veðhald fyri lánum, øktum heimildum til Fíggjareftirlitið o.a.

Finansiel Stabilitet A/S
Og so ikki minst at skipa eitt serligt partafelag, nevnt ”Finansiel Stabilitet”, ið skuldi taka allar avgerðir um at bjarga bankum ella at avrigga onkrar teirra. Allar avgerðir sjálvandi við góðkenning frá donsku stjórnini. Finansiel Stabilitet gjørdist við hesum mest avgerandi og valdsmiklasti leikari í danska fíggjarheiminum.

Danska stjórnin tryggjaði sær, at bankarnir sjálvir rindaðu stórar upphæddir til skipanirnar, og at danski statskassin fær stórt avkast av lánum til bankarnar og fær yvirskotini av sølum. Og ikki minst, at danska stjórnin hevur alt innlit og avgerðarrætt um alt, sum gjørt verður á danska fíggjarmarknaðinum.

Høvuðsendamálið við øllum hesum bankapakkum og skipanum var sjálvsagt at skapa stabilitet á tí danska fíggjarmarknaðinum og at tryggja, at danski statskassin fekk sínar pengar aftur við rentum og yvirskoti.

Stabilitetur skaptur í danska fíggjarheiminum
Og tað hevur riggað væl fyri tann samlaða danska fíggjarmarknaðin. Tann bankin, ið hevði størstu trupulleikarnar og hevði sett seg í mestan váða, var uttan iva Den Danske Bank, og tí vóru skipanirnar gjørdar soleiðis, at hann sjálvsagt undir ongum umstøðum mátti fara ella partaeigaranir missa sínar pengar. Hugsið bert, hvørjar avleiðingar tað hevði havt fyri A.P. Møller og danskar íleggjarar og fyritøkur sum heild, um ein av størstu bankunum í Danmark fór og øll mistu sínar pengar.

Tó kundu summir av teimum smærru donsku bankunum avriggast og takast undir Finansiel Stabilitet, og síðani kundu bestu bitarnir seljast víðari til teir størru. Og tað hevur verið gjørt við eitt nú EBH-bank og Fionia Bank.

Í teimum førunum hevur tað sjálvandi verið mett, at hetta kann skapa betri stabilitet á danska marknaðinum og kann enntá styrkja teir bankar, sum eftir eru. Kundarnir hava so bara kunnað flutt við og umskipað síni viðurskifti.

Ongin ivi er um, at tað eisini verður mett sum ein fyrimunur at fáa ruddað eitt sindur upp í tí, sum verður nevnt ”undirskóginum av smærri peningastovnum”, og ikki minst har íslendskur kapitalur ella onnur óynskt áhugamál hava verið inni, sum álitið er ser lítið til í Danmark (hetta er helst komið Eik aftur um brekkur).

Men sjálvsagt hevði tað ongantíð komið uppá tal, at sett helvtini av tí danska fíggjarheiminum – altso tildømis bæði Den Danske Bank og Nordea – krøv, har teir bankarnir, kundarnir og parteigararnir komu í nakran vanda. Tað hevði verið ein óhugsandi hending, og beint ímóti endamálinum at skapa fíggjarligt støðufesti í Danmark – og tað hevði sjálvsagt havt djúptøknar samfelagsbúskaparligar avleiðingar í Danmark og hevði skapt sjokk fyri bæði vinnulív og vanlig húsarhald.

Sostatt kunnu tær avgerðir, ið eru sera skilagóðar fyri samlaða danska bankamarknaðin, hava heilt aðrar avleiðingar á føroyska marknaðinum. Okkara bankar eru bert smáir bankar í samlaða kervinum, men altavgerandi hjá okkum.

Bankapakkarnir og Føroyar
Meðan hesar sterku politisku skipanir vórðu riggaðar til og danska stjórnin legði ætlanir og atgerðir fram, sum vórðu samráddar millum politisku flokkarnar í Danmark, gjørdi landsstýrið í Føroyum onki.

Teir løgdu ístaðin bert – alt ov seint og við bert fáa daga freist – teir donsku bankapakkarnar fram óbroyttar og uttan viðgerð í Føroyum. Her var ongin ætlan ella greining av avleiðingum, áhugamálum og tørvi hjá føroyska fíggjarmarknaðinum og føroyska samfelagnum.

Ístaðin vórðu bankapakkarnir bert brúktir partapolitiskt av serliga løgmanni og fíggjarmálaráðharranum til at siga: ”Nei, hygg hvussu óført tað er, at vit leggja ábyrgdina frá okkum. Nú bjargar eitt annað land og aðrir myndugleikar okkum, og vit sleppa frá at gera nakað. Nú er alt trygt og gott, og tí skulu tit atkvøða fyri okkum næstuferð!”

Tjóðveldið og hinir andstøðuflokkarnir fingu skomm og skitin orð, tá vit longu í oktober 2008 og síðani aftur í januar 2009, løgdu broytingaruppskot fram á løgtingi til hesar bankapakkar, har vit skutu upp:
at føroyski fíggjarmarknaðurin skuldi viðgerast sum ein serstakur fíggjarmarknaður og ikki sum ein litil partur av tí danska:
at landsstýrið og føroyskir myndugleikar skuldu hava fult innlit, taka ábyrgd fyri og hava avgerðarætt um allar avgerðir viðvíkjandi føroyska fíggjarmarknaðinum;
at føroyingar skuldu hava umboð í nevndina fyri Finansiel Stabilitet, tá avgerðir vórðu tiknar viðvíkjandi føroyskum peningastovnum;
og at landsstýrið skuldi beinanveg taka upp samráðingar við donsku stjórnina um hvussu ávirkan, avgerðir, ábyrgd og fíggjarligar skyldur kundu avtalast millum Føroyar og Danmark í eini slíkari skipan.

Eisini vóru umboð fyri Tjóðveldi og hinar andstøðuflokkarnar á fundi við landsstýri um hetta mál, og tað endaði við at løgmaður skrivaði bræv til donsku stjórnina um, at landsstýrið vildi vera við í samráðingunum, tá bankapakki 3 varð samráddur millum donsku politisku flokkarnar. Men hetta varð noktað, og løgmaður segði seg verða sera væl nøgdan við svarið (!).

Krøvini og freistirnar til Eik í september
Við ongum innliti, avgerð ella ávirkan, fekk landsstýrið so boðini um krøvini frá Fíggjareftirlitinum til Eik seinasta vikuskifti í september. Almenningurin fekk boðini mánamorgun. Endaligu krøvini um nýggjan kapital komu týsmorgun. Freist varð sett til hóskvøld at finna nýggja kapital – og Finansiel Stabilitet spældi ein virknan lut í øllum málinum og skeyt upp ta loysn at skilja danska Eik-bankan frá tí føroyska.

Mikukvøld komu boð um, at tann loysnin, sum Finansiel Stabilitet sjálvt hevði skotið upp, varð ólóglig sambært teimum sjálvum.

Og hóskvøld tók Finansiel Stabilietet sjálvt ræði á báðum Eik-bankunum.

9000 føroyskir parteigarar mistu sínar pengar – og búskaparligu avleiðingarnar, álitisavleiðingarnar og avleiðingarnar fyri sjálvsálitið – kunnu enn ikki gerast upp.

Hetta var fyrsta sjokk-terapi við lít.

Slíkar avgerðir høvdu sjálvandi ongantíð verið tiknar fyri danska samfelagið og fíggjarmarknaðin, men sambært lóggávuni og uppgávunum hjá Fíggjareftirlitinum og Finansiel Stabilitet, so er full heimild at gera júst so.

Ongin politisk atgerð í landsstýrinum
Tjóðveldi var á fundi við landsstýrið sunnukvøld og mælti beinanvegin til, at landsstýrið tók samráðingar upp við donsku stjórnina við tí endamáli, at taka politiska ábyrgd og hava ávirkan og avgerðarrætt um, tey stig sum nú vórðu tikin, og tey boð, ið vórðu givin til almenningin. Fyrst og fremst mátti tíðarfreistin útsetast. (Nevnast kann, at ein lítil banki sum Amagerbanken í Danmark, hevur nú áttandi mánaði havt tíðarfreist til at finna nýggjan kapital).

Vit gjørdu vart við, at vit ongantíð áttu at góðtaka revolvarapolitikkin, men at her skuldi samráðast politiskt á hægsta stigi um framtíðina og atgerðirnar viðvíkjandi Eik.

Hetta sama boðaðu vit øllum landsstýrinum skrivliga frá í brævi, áðrenn freistin rann út (sum finst til skjals í málinum).

Men landsstýrið boðaði bert frá, at tey gjørdu ikki meira við málið.

Hóast ongin ivi er um, at við politiskum samráðingunum – og øllum tinginum aftanfyri – hevði borið væl til at framt ta loysn, at danski Eik-bankin varð skiltur frá Eik í Føroyum, og góðir møguleikar høvdu verið at bjargað Eik í Føroyum uttan tey tap og tann ruðuleika, sum nú komu í.

Ístaðin varð alt bert slept upp á fjall til onnur at taka avgerð um.

Sama hóskvøld 30. september, sótu bæði Kaj Leo Johannesen og Jóannes Eidesgaard í sjónvarpsstovuni og søgdu øllum Føroya fólki, at her var alt nú bjargað. Her var bert talan um eina óføra trygging, ið hevði goldið fyri ein bil, ið varð koyrdur útav – og føroyskir myndugleikar skuldu nú ikki gera meira (!).

Og hetta hava landsstýrið saman við samgongutingfólkum endurtikið upp í saman: ”Her er alt nú bjargað, og ongin skal ditta sær at seta spurnartekin við nakað. Tí so er man ”nasjonalur” og roynir at ”steina danir”.

Seinni boðaði Jóannes Eidesgaard frá, at landsstýrið skuldi átak sær leiklutin at samskipa áhugan hjá nýggjum føroyskum íleggjarum, tá Finansiel Stabilitet einaferð fór at selja Eik.

Landsstýrið noktar sostatt at taka sær nakran politiskan avgerðarrætt og ábyrgd fyri tí sum hendi og avleiðingunum, men skal bert vera eitt slag av privatum meklara millum onnur áhugamál. Og skal samráðast við partafelagið Finansiel Stabilitet eins og einhvør privatur íleggjari.

Onnur sjokk-doktrinin
Finansiel Stabilitet og danska stjórnin hava greið áhugamál og skyldur at loysa: Tey skulu tryggja fíggjarligt støðufesti á samlaða danska fíggjarmarknaðinum. Og skulu tryggja, at danski fíggjarmarknaðurin og danski staturin ikki missa virðir, men helst fáa yvirskot av teimum atgerðum, ið verða framdar.

Og tað er soleiðis áhugamál og politisk endamál verða framd. Trupulleikin er, at ongin røkir somu áhugamál fyri føroyska samfelagið, men okkara fremstu politikarar gykla fólki fyri, at Finansiel Stabilitet og danska stjórnin eru sett at røkja áhugamálini á føroyska fíggjarmarknaðinum og hjá føroyska samfelagnum sum heild.

Men í seinastu viku fingu vit sjón fyri søgn.

Finansiel Stabilitet skal sjálvandi tryggja, at danski staturin ikki fær tap – ella missir minst møguligt – av Eik-Banka. Tey hava sett 1 mia. Í Eik Banka Danmark og 1,3 í Eik Banka í Føroyum. Harumframt er kjarnukapitalur mistur, sum danski staturin setti í við tilmæli frá Finansiel Stabilitet.

Tað verður neyvan trupulleiki at fáa pengarnar innaftur fyri Eik Banka í Danmark, tí hann verður seldur í bitum, sum kunnu geva góðan vinning.

Men í Føroyum skal ganga skjótt. Teir hava sett eina stutta sølufreist, tí teir óttast fyri, hvat hendir í føroyska búskapinum. Tí ræður um, at fáa Tryggingina og helst landsstýrið og onkran annan at keypa nú. Endamálið er helst at fáa nakað omanfyri milliardina.

Men hvat? Landsstýrið hevur billað øllum inn, at her er alt bjargað og alt kann nú bara halda áfram. Bara ein keypari hevur meldað seg við einum 500 mió., nevniliga Tryggingin. Finansiel Stabilitet hava samskift við og skotið loysnina upp fyri landsstýrinum um at gjalda við virðunum frá Føroya Banka, men teir hava frætt, at í samgonguni er ikki semja og at fleiri ivamál eru reist millum tingfólk.

So hvat er nú til ráðar at taka, um bara eitt boð uppá kanska 500 mió. liggur á borðinum tá freistin fer 6. desember? Noyðast teir tá at selja til ”marknaðarprís”?

Hóttanir og bluff fyri at fáa prísin upp
Nei, nú mugu vit fáa føroyingar at vakna og landsstýrið og onnur at binda seg. Trýst má leggjast á almenningin, so lendið verður taðað til at fáa hægri boð og betri prís.

Tí verða allir teir ”tungu dreingirnir” sendir til Føroya, við nevndarformanni og stjóra í Finansiel Stabilitet á odda. Teir skulu hava tíðindafund til tess at ávirka almenningin í Føroyum.

Og tað eydnast. Teir leypa hvøkk á øll við at hótta við rentuhækkingum og at fólk og vinnulív missa sína fígging. Teir vísa til løgfrøði og lógir um at taka millum 10 tær hægstu útlánsrentur í danska ríkinum. Men tað er reint bluff, tí Eik hevur longu hægstu útlánsrentu og avlagar onga kapping.

Fólk síggja nú, at fremsta endamálið hjá Finansiel Stabilitet er ikki at skapa fíggjarligt støðufesti í Føroyum, men at tryggja onnur áhugamál og virðir.

Men avleiðingarnar av hesi útmelding er oyðileggjandi fyri samfelagið, og landsstýrið noyddist nú knappliga á vøllin at royna at sissa.

Endiliga vísir landsstýrið onkra ábyrgd, kunnu vit siga. Men bara sum ein finna í einum talvi, ið onga avgerð og ávirkan hevur, uttan sum ein vanligur íleggjari.

Nú taka vit við leiðsluni
Tí er støðan hjá Tjóðveldi aftur greið:

Við hesi seinastu sjokk-doktrinini hjá Finansiel Stabilitet, hava vit eina góða samráðingarstøðu.

Men bara um landsstýrið nú endiliga fer at virka sum ein politiskur ábyrgdari fyri alt samfelagið og tekur politiska ábyrgd.

Vit skulu sjálv taka avgerðirnar og taka ábyrgdina av Eik og tí føroyska fíggjargeiranum undir hesum fortreytum, sum setast fram í beinleiðis samráðingum við donsku stjórnina:

Vit vilja hava politiska ávirkan og avgerð um, hvat skal henda við Eik og føroyska fíggjarmarknaðin.
Landsstýrið vil verða politiskur partur í eini loysn og krevur fult innlit í metingar hjá Fíggjaereftirlitinum og hjá Finansiel Stabilitet og innlit í tað sum fram er farið, tá Eik varð steðgað.
Vit eru ikki ein privatur íleggjari, men ein føroysk stjórn. Vit samráðast ikki við eitt partafelag, men við tann politiska myndugleikan í Danmark, sum góðkennir og hevur fult innlit í alt, sum Fíggjareftirlit og Finansiel Stabiliet gera.
Sum nú er prógvað, so endar ábyrgdin sjálvandi hjá okkum kortini.
Vit góðtaka ikki, at vit sita við ábyrgdini og avleiðingunum, men hava ikki avgerðarrætt og ábirkan. Meðan Finansiel Stabilitet og danska stjórnin sita við avgerðini og ávirkanini, men hevur ikki endaligu ábyrgdina ella skal liva við avleiðingunum.
Framferðin hjá Finansiel Stabilitet seinastu vikuna fær djúptøknar avleiðingar á búskapin og semfelagið og hevur minkað um virðið á bankanum og stygt fólk burtur. So hetta má avspeglast í prísinum.

Megnar landsstýrið heldur ikki hesaferð at samráðast fyri føroyska samfelagið og at skilja, hvørji áhugamálini eru, so má landsstýrið sleppa øðrum framat beinanvegin.