Vit skulu ikki lata okkum kúga

Fer ES at boykotta Føroya, eiga Føroyar eisini at boykotta ES.

Tað heldur Brandur Sandoy,tingmaður fyri Fólkaflokkin.

- Vit skulu ikki lata okkum kúga, tí vit eru eitt stolt fólkaslag.

Nú ES ætlar at boykotta Føroyar, mælir hann til, at føroyingar ikki lata seg kúga, men reisa seg og seta móttiltøk í verk.

 

- Føroyingar skulu eisini boykotta ES, sigur Brandur Sandoy.

 

Í hesum sambandi spyr hann um vit framvegis skulu loyva útlendingum at reka fiskivinnu í Føroyum.

 

- Hann spyr eisini um vit framvegis skulu loyva skipum úr ES londunum at sigla ígjøgnum føroyskt sjóøki.

 

- Hvørji tiltøk seta vit í verk fyri at steðga hesum, spyr Brandur Sandoy somuleiðis.