Klokkan 19.30 í kvøld tekur føroyska manslandsliðið í hondbólti móti russisku bjørnini.
Russland telist millum tær heilt sterku hondbóltstjóðirnar í heiminum, og tí er eingin ivi um, at føroysku spælararnir fáa sína søk fyri. Ikki minst kropsliga, tá talan fyri tað nógva er um sera væl vaksnar menn, sum manna mótstøðuliðið.
Og tað merkir, at okkara menn mugu spæla skjótt, sigur landsliðsvenjarin við Rás2.
- Eg vil ikki siga, at russar spæla seint, fyri tað um teir eru skjótir, tí teir duga eisini at koyra ferðina upp. Men skulu vit hava eitt hampuligt úrslit, so mugu vit fáa ferð á okkara spæl. Og í verjupartinum mugu vit út at berjast við hesar stóru menninar, tí vit hava ikki spælarar, sum matcha teir í hæddini, sigur Dia Midjord.