Vit mugu geva rækjuvinnuni betri karmar

Um fáar dagar fer Anfinn Kallsberg, løgmaður at seta stóru Fish Fair stevnuna í Runavík. Hann fer uttan iva at fagna hesum tiltakinum men illa slepst tó uttan um at síggja allan veruleikan í eyguni. Partur av honum er ein sera trongd rækjuvinna. Vit hava spurt, hvat landsins hægsti maður heldur um støðuna hjá okkara høvuðsvinnu í løtuni.

Fiskivinnustevna

?Tað hevur gingið ómetaliga gott í fiskivinnuni tey seinastu árini. Man hevði jú eina vinnu, sum hevði stóran stuðul fyri neyðini fyri at yvirliva. Tað er man so komin burtur úr. Tað sær eisini út til, at fiskivinnan hevur havt góðar umstøður seinastu árini til entá at endurnýggja seg uttan almennan stuðul. Tað sær tí rættiliga gott út men løgmaður viðgongur samtíðis, at tað eru nøkur myrk skýggj at hóma eisini. Ma. hevur rækjuflotin tað ikki gott í løtuni. Og tað sær eisini út til, at vøksturin, sum hevur verið í vinnuni, er flataður út. So man skal ikki taka nakað fyri givið nakra staðni.

Nú tað sansar álvarsliga at í pørtum av vinnuni, eitt nú hjá rækjuvinnuni á sjógvi og á landi, spurdu vit løgmann, um tað kann koma hartil, at tað almenna fer inn og onkursvegna bjargar rækjuvinnuni?

-Løgtingið hevur samtykt eitt uppskot um at seta eina skjóttarbeiðandi nevnd at viðgera tann spurningin. Tað er greitt, at tað er sera umráðandi fyri okkum, sum eru so sárbar, at vit bara hava fiskivinnuna, at vit royna at hava so nógv bein at standa á, men hinvegin skulu vit ansa eftir, at vit ikki enda aftur í eini permanentari alment stuðlaðari vinnu. Tað er tí ein ballansugongd í øllum hesum.

-Sær tú fyri tær, at man er noyddur at fara inn við eini fyribilshjálp?

-Tað skal eg ikki úttala meg um, men man er noyddur til at hava eyguni við øllum viðurskiftum. Vit hava eisini fingið at vitað frá vinnuni, ikki bara nú men yvir longri tíð, at har er støðan heilt álvarslig. Og tað er ein stórur spurningur, um vit yvirhøvur hava nakra rækjuvinnu, um vit ikki sjálvir finna út av tí so ella so.

-Tú meinar sjálvur, at vit skulu halda fram við at hava eina rækjuvinnu í Føroyum?

-Tað er klárt, at vit eiga nøkur rættindi í altjóða sjógvi. Hetta eru nøkur rættindi, sum ikki eru í umskifti við aðrar. Og tí eru tað nøkur virði hjá samfelagnum, sum vit her hava við at gera. Tí eru vit rætt og slætt noyddir til at syrgja fyri at gagnnýta teir møguleikar so væl sum vit nú einaferð kunnu. Tað hava vit kanska ikki gjørt.

Løgmaður vísir á, at vit hava ikki brúkt allar teir fiskimøguleikar, sum hava verið tey seinnu árini. Her hugsar hann um Svalbard og at tað liggja kvotadagar eftir bæði á Flemish Cap og aðrastaðni. Men hinvegin so hava vit eina vinnu, sum hevur ilt við at klára seg uttan at man ger eina skipan so ella so viðgongur hann.

-So eru tað tey, sum siga, at kann vinnan ikki bera seg, so má hon fara!

-Tað er so ein støðutakan, men spurningurin er her um at geva stuðul ella skapa karmar.

-Hvat eru tað so fyri karmar tú sipar til?

-Har hevur felagið Rækjuskip sjálvt nevnt fleiri alternativ. Eg gangi út frá, at tann nevndin, sum verður sett, fer at viðgera allar teir spurningarnar.

-Hondina á hjartað, trýrt tú uppá, at vit missa rækjuvinnuna heilt á gólvið?

-Nei, tað geri eg ikki.

Løgmaður viðgongur, at tað eisini hevur nógv at siga, at vit eiga eitt sera nýtímans rækjuvirki á landi. ?Virkið á Oyri er jú eisini til fyri at fáa skapt størri virði burtur úr teimum rækjunum, sum annars vanliga verða fluttar út til aðrar at framleiða. Og tað hevur stóran týdning. Har hevur man so eisini bart fyri at skapa betri handilsavtalur. Tað hevur eydnast við at man hevur fingið kvotuna úr 2000 til 3000 tons.

-Sær tú fyri tær ósemju í landsstýrinum eitt nú við Tjóðveldisflokkin um at fáa umrøddu karmar upp at standa?

-Nei tað geri eg ikki. Vit skulu til at semjast um, hvat vit skulu gera. Allir eru samdir um, at vit skulu umganga at fara aftur í eina stuðulsvinnu sum so burturav, men eg trúgvi, at vit nokk skulu finna nakrar semjur um at skapa karmar fyri vinnuna, soleiðis at vit fáa størst samfelagsgagn burtur úr.