- Vit mugu ganga undan

- Fleiri ópopulerar avgerðir mugu takast í framtíðini, sum koma at raka alt fólkið. Men her eiga vit, politikkarar at ganga á odda, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í eini viðmerking, sum er send miðlunum í morgun. Hetta sjónarmiðið er heldur øðrvísi enn tað sum aðrir politikkarar hava givið til kennar.

Fyri henni er eingin ivi um, at politiska skipanin eigur at sópa fyri egnum durum, áðrenn hon fer út at krevja broytingar hjá føroyska húsarhaldinum: Neyðugt er við reformum, sparingar skulu gerast sum koma at raka bæði yngri og eldri, um ein skal hava eitt vælferðarsamfelag eisini í framtíðini.

- Trupulleikin er bert, at um vit í politisku skipanini ikki sjálvi ganga á odda við sparingum, er tað trupult at fáa fólkið í Føroyum at trúgva tí, vit prædika.

Hon vísir á, at tað er neyðugt at endurskoða til dømis ferðaendurgjaldið til landsstýrisfólk, nú samferðslukervið er vorðið so mikið gott tey seinastu árini, at tað ber til at koyra til og frá arbeiði.

- Vit kunnu ikki skatta pensjónirnar við inngjaldi hjá okkara borgarum og so ikki gera tað sama hjá okkum sjálvum, og eg kundi hildið áfram. Sjálvsagt skal tað lønast væl at hava eitt álitisstarv sum politikari, men í eini undantaksstøðu, sum eg vil kalla tað, at vit eru í í Føroyum í dag, ber tað illa til, ikki eisini at lata tað ganga út yvir okkum politikarar.

- Vit skulu tískil ikki geva okkum sjálvum framíhjárættindi, hvat viðvíkur m.a. pensjón, løn, ferðaendurgjald í slíkum tíðum, sum vit hava í løtuni, tað er ikki rættvíst og ábyrgdarfult. Og vit skulu ikki misbrúka tað vald, okkum er givið, men umsita tað við størstu virðing og rættvísi sum yvirhøvur til ber, vísir Annika Olsen millum annað á í síni viðmerking.