Vit hava tað so óalmindiliga hugnaligt

Herbergið hjá Frelsunarherinum og Fountainhúsið hava fingið eina gávu frá teimum, sum spæla sjavs í Havn

Vit hava tað heilt óalmindeliga hugnaligt og stuttligt.

 

Tað sigur Sólborg Dulavík, sum er ein drívmegi í sjavsinum í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu í Havn, saman við Myrnu Jacobsen og Julionnu Didriksen.

 

Men tað er ikki bara sjavsur á skránni, tí hvørt kvøld tey spæla, rinda luttakararnir einar 50-60 krónur fyri at vera við.

 

Og tá ið árið fer at halla, plaga tey at hava eina jólahugnaløtu, har alt, sum er komið inn í árinum, verður latið til vælgerandi endamál.

 

Tað hjálpir munandi upp á tað, at kommunan vísir vælvild og letur okkum fáa Posthúskjallaran ókeypis at spæla í. Sostatt hava vit heldur ongar útreiðslur til høli, og so mikið meiri liggur eftir, sigur Sólborg Dulavík.

 

Hesi seinastu nógvu árini er tað Herbergið hjá Frelsunarherinum, ið hevur fingið ágóðan av sjavsinum, og tað fingu tey aftur í ár.

 

Í ár fekk eisini Fountainhúsið á Tinghúsvegnum eina gávu frá sjavsspælarunum. Herbergið og Fountainhúsið fingu 20.000 krónur í part, og peningurin varð handaður teimum á lítlari samkomu nú ein dagin.

 

Tey fyrstu árini var tað annars Blái Krossur, sum fekk ágóðan, og onkur ár var tað sjónleikarafelagið í Havn, sum fekk ágóðan av góða hjartalagnum hjá sjávsspælarunum í Havn.

 

Sólborg Dulavík, at vanliga eru tey eini 50-60 fólk, sum koma í Posthúskjallaran at spæla sjavs.

 

Á myndini handa tey Martini Kúrberg, leiðara á Herberginum, gávuna. Frá vinstru eru tey, Martin Kúrberg, leiðarin á Herberginum, og so teir tríggir sjavsararnir, Myrna Jacobsen, Sólborg Dulavík og Julianna Didriksen.