Vit gjørdu alt vit kundu

12. apríl 1976 var sorgardagur í Nólsoy. Bygdin, sum hevur mist so nógvar av sínum synum á havinum, varð aftur rakt av svárum missi, tá 19 ára gamli Jógvan Jákup Thomsen druknaði. Her greiðir Leo Poulsen frá hendingini, tá ið hann og pápi hansara royndu at bjarga Jógvan Jákupi, sum datt fyri borð í Nólsoyarfirði

Nólsoyingurin Leo Poulsen og eg hava verið starvsfelagar í Miðlahúsinum í 7 ár. Hóast tað visti eg ikki fyrr enn fyri stuttum, at hann var saman við Jógvan Jákupi Thomsen hansara seinastu ferð um Nólsoyarfjørð í 1976.
Eg hitti Jógvan Jákup fyrstu ferð í 1973. Vinkona mín Laura av Strondum er hálvur nólsoyingur, og hon og Jógvan Jákup vóru í familju og vinir.
Jógvan Jákup var ein drongur, sum tú legði merki til: eldreytt, vakurt hár, ílatin seinasta 70-ára móta, smílandi og vinarligur. Bert 19 ára gamal var hann var hann útlærdur snikkari og arbeiddi sum sveinur á Snikkaravirkinum í Grønlandi í Havn, har hann eisini hevði staðið í læru. So framtíð hansara sýntist ljós. Men Jógvan Jákup druknaði bara 19 ára gamal í Nólsoyarfirði mánakvøld í páskavikuni.

Leo Poulsen er stillførur og sinniligur maður. Gamla orðið, at tað verða ikki lagdar tyngri byrðar á teg, enn tú orkar at bera, tykjast hóska honum. Tí at missa sín barndómsvin og systkinabarn í syrgiligari vanlukku, er støða, sum er torfør at ímynda sær.
Vit bæði Leo hava so tosað um tíðina tá. Millum annað um, at teir báðir høvdu orkestur saman við tveimum øðrum. Jógvan Jákup spældi bass og Leo trummur. Og tað var júst stóri áhugin hjá Jógvan Jákupi fyri tónleikinum, sum var orsøkin til, at farið varð um Nólsoyarfjørð henda feigdardag.

Gekk høgt upp í tónleikin
Leo fortelur um dagin í apríl 1976:
– Eg var í Nólsoy, hevði páskafrí frá Hoydølum, har eg gekk í studentaskúla. Jógvan Jákup var til arbeiðis í Havn. Vit fýra dreingir, sum høvdu eitt orkestur saman: Jógvan Jákup, Alex og Hildibjartur. Vit vandu á Venjingarskúlanum, og har stóðu eisini instrumentini. Jógvan Jákup gekk ógvuliga høgt upp í tónleikin og var uppsettur uppá, at vit skuldu spæla til dans í Nólsoy 2. páskakvøld. Jógvan Jákup visti, at skúlin bleiv stongdur henda mánadag vegna páskafrí, so nú var seinasti møguleiki at fáa forsterkaran og instrument úr skúlanum. Hann hevði biðið um at læna vørubilin hjá Snikkaravirkinum til instrumentini, og so kundu tey standa í honum, til tað lá fyri at fáa tey út til Nólsoyar.
– Um nátturðatíð ringdi Jógvan Jákup út til mín. Tað vísti seg, at bilurin hjá Snikkaravirkinum var læntur øðrum. So hann mátti fáa instrumentini úr skúlanum á annan hátt og bað meg koma inn til Havnar við 10-mannafarinum eftir sær og instrumentunum.
– Veðrið var onki serligt. Pápi kom við, tí hann vildi ikki lata meg fara einsamallan. Tá vit løgdu at Kongabrúnni, stóð Jógvan Jákup fyri okkum. Pápi hevði bil standandi í Havn. Vit koyrdu so út á skúlan eftir forsterkara og trummum, fingu alt umborð og løgdu frá landi.

Út aftur til Nólsoyar
– Tað var landsynningur, og veðrið var sum sagt onki serligt. Pápi sigldi norðureftir, so forsterkarin, sum stóð framman fyri húsið, ikki skuldi standa undir í sjóroki. Jógvan Jákup stóð eisini har og ansaði eftir. Tá vit komu norður móti Boðanum, legði pápi uppí. Hann bað Jógvan Jákup bara fara inn í húsið. Eg sat í húsinum og síggi Jógvan Jákup koma aftur um. Har var gott at halda sær í. Men eg veit ikki. Tá hann skuldi stíga inn um aftan fyri húsið, sá eg hann fara fyri borð. Helst rullaði tað akkurát tann vegin. Eg rópti á pápa, sum ikki hevði sæð Jógvan Jákup fara á sjógv. Hann steðgaði beinanvegin bátinum.
– Jógvan Jákup lá aftan fyri bátin og royndi at halda sær uppi. Eg royndi við hakanum at fáa fatur í honum, men hakin var akkurát ov stuttur. Tað vildi eisini so illa til, at motorurin var steðgaður. Tað var ein bensinmotorur, har tú stillaði skrúvuna nokkso lágt, meðan tú sigldi, og so skrúvaði upp, tá tú skuldi manøvrera við t.d. at leggja at. Í beinkinum lá ein endi, væl greiddur. Pápi bant meg í og so leyp eg á sjógv. Men so hendi tað, at endin fløktist og eg rakk ikki eftir Jógvan Jákupi. Vit mistu hann burtur í myrkinum.
– Har gjørdist einki. Pápi hálaði meg inn. Vit fingu motorin í gongd aftur og sigldu og leitaðu. Men Jógvan Jákup var horvin. Vit fóru so til Nólsoyar og bátar og skip, m.a. Sævarenni, fóru beinanvegin at leita. Men Jógvan Jákup bleiv ongantíð funnin.

Tíðin aftaná
Tá í tíðini fyri 38 árum síðan var ongin kreppuhjálp. Hvussu taklaði tú saknin eftir Jógvan Jákup?
– Eg minnist, hvussu ringt tað var at fara til mammu Jógvan Jákup. Hon sat einkja. Jógvan Jákup átti tríggjar beiggjar, tveir eldri og ein yngri, sum bara var eini 14 ár. Tað gjørdi mær so gott, at mamma hansara segði, at eg ikki mátti brigsla mær sjálvum nakað. Tað hevði ómetaliga nógv at týða fyri meg og hjálpti mær so væl.
– Tíðin aftaná var ógvuliga tung. Eg hugsaði nógv um tað í fleiri ár. Hugsaði eisini um, hvussu óheppið alt var henda dagin: Vørubilurin hjá Snikkaravirkinum, ið var útlæntur, sum hann annars næstan ongantíð var, skipshakin, sum var akkurát ov stuttur, motorurin, sum steðgaði, reipið, sum fløktist ….
– Sorgin og saknurin vóru nívandi. Eg hugsaði eisini nógv um, hvat man kundi havt gjørt øðrvísi, men tað er jú nyttuleyst at hugsa soleiðis. Vit gjørdu tað, sum vit kundu. Tað mást tú læra teg at góðtaka.
Eg átti nógv góð minni eftir Jógvan Jákup. Tey vóru ómetaliga virðismikil.