Vit eiga heilt 100% at frámerkja tey vøkru náttúruøkini

Ferðafólk hava klagað um, at uppmerkingin í Føroyum er ov vánalig. Ting eru vorðin betri, sigur Visit Tórshavn

- Vit eiga heilt 100% at frámerkja tey vøkru náttúruøkini, vit hava í Føroyum, sigur Torstein Christiansen frá Visit Tórshavn.

 

Ferðafólk hava klagað um, at uppmerkingin í Føroyum er ov vánalig. Torført er at finna vestur á flogvøllin, sigur onkur, og onnur klaga um, at um ikki staðkend fólk vístu veg, høvdu tey ikki vitað, hvørji støð í Føroyum eru verd at vitja.

 

Torstein Christiansen ásannar, at hetta hevur verið ein trupulleiki, men at ting eru vorðin betri. Hann skilir væl, at ferðafólk gerast irriteraði, um tey ikki finna tað, tey leita eftir, men at Visit Faroe Islands, ALS, kunningarstovurnar og kommunurnar í felag eru farin at gera skelti fyri at betra um upplivingarnar hjá ferðafólkum.

 

- Vit eiga heilt 100% at frámerkja tey vøkru náttúruøkini, vit hava í Føroyum. Nógvar av teimum uniku upplivingunum, sum ferðafólk hava havt, hava tey fingið av lokalum, ið hava víst teimum veg, og tað er ofta til støð, ið ikki standa í guide-bókum og tílíkt, sigur Torstein Christiansen.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Torstein Christiansen.