Vit bera okkum at sum svín ímóti útlendingum

Johan Dahl, løgtingsmaður, sigur, at klárar løgmaður ikki at fáa skil á, má útlendingamálið leggjast fyri samgonguna. Vit kunnu ikki bera okkum at sum svín ímóti útlendingunum, sigur hann

Útlendingamálið

 Vit bera okkum at sum svín ímóti útlendingum og her má vend koma í.
Tað er ítøkiliga staðfestingini hjá Johan Dahl, løgtingsmanni.
Tí krevur hann, at landsstýrið tekur annað skinn um bak og fær ein útlendingapolitikk, sum er virðiligari fyri Føroyar enn tað, sum nú fer fram.
Seinastu dagarnar er rættiligur eldur komin í útlendingamálið, eftir at sjónvarpið visti at siga, at eini hjún, sum hava búð í Sørvági í fleiri ár, nú verða send av landinum.
Hetta fekk Johan Dahl, løgtingsmann, at reisa málið í tinginum í gjár og tað førdi til eitt orðaskifti, sum førdi bæði til so sterk orð og so sterkar kenslur.

Ein trupulleiki fyri alla samgonguna
Johan Dahl sigur, at útlendingamálið er nú so eldfimt, at tað er blivið ein rættiligur trupulleiki fyri innlendismálaráðið, men sanniliga eisini fyri løgmann.
 Og klárar løgmaður ikki at loysa trupulleikan, má útlendingamálið leggjast fyri samgongonguna, so hon kann sleppa at stinga út í kortið, hvussu farast skal fram ímóti útlendingunum í Føroyum.
Johan Dahl stúrir fyri, at tað er ikki rætt, at fólkaflokkurin umsitur útlendingamálið, tí júst fólkaflokkurin hevur gjørt útlendingar til ein trupulleika.
Hann stúrir eisini fyri, at tað er hesin hugburður mótvegis útlendingum, sum speglast aftur í teirri viðferð, teir fáa.
 Men er tað embætisfólkið í innlendismálaráðnum, sum er trupulleikin, skulu tey takast av málinum, tí tað, sum nú fer fram, kann undir ongum umstøðum góðtakast.
Johan Dahl sigur, hann hevur fingið staðfest, at danska stjórnin hevur vissa føroyingar um, at vit fáa útlendingamálini avgreidd akkurát sum vit vilja hava tey avgreidd.
 Tí er tað eina og aleina ein spurningur um, hvussu vit vilja hava, at lógin skal tulkast og hvat vit leggja í orðini í lógini.
Hann spyr so hvussu tað ber til, at innlendismálaráðið altíð skal leggja seg á tað avgjørt strangastu og snævurskygdu lógartulkingina.
 Eg eri stórliga bangin fyri, at partapolitikkur er komin í málið og at fólkaflokkurin ikki vil hava útlendingamálini avgreitt fyri at "prógva", at lógin er óbrúkilig, tí hon er donsk fyri at tvinga eina yvirtøku ígjøgnum.
 Men danska stjórnin hevur gjørt greitt, at vit fáa tað, sum vit vilja hava tað. Tí stendur tað til okkum at avgera, hvussu frælst ella strangt, lógin skal tulkast. Sostatt er tað beinleiðis ósatt, at útlendingamálini nara kunnu umsitast, sum tey nú verða umsitin.
Hann sigur, at tað, sum nú fer fram, ber brá av at vera rasisma.
 Føryoyingar eru vanir at fara í onnur lond at arbeiða, ikki minst tá ið tað hevur staðið á her heima. Tí kunnu vit ikki loyva okkum at bera okkum at sum svín ímóti teimum útlendingum, sum eru her hjá okkum og blaka teir av landinum, sum hava verið her í nógv ár.