Verkfall
? Høvdu vit góðtikið semingsuppskotið, hødu vit havt fingið minni í lønarhækking, enn Havnar Arbeiðsmanna og feløgini í Klaksvík , hava fingið. Og tað kunnu vit ikki góðtaka
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at tað var ongin ivi í Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag um, at semingsuppskotið, sum varð lagt fyri tey á midnátt síðstu nátt, skuldi vrakast.
? Seinast, vit samráddust, fingu vit í ávísum førum betri sømdir, enn Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík fingu.
Eitt nú fáa Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag 75 oyru meiri fyri arbeiði í skiftivaktum, enn feløgini í Klaksvík og Havnar Arbeiðsmannafelag fáa.
Men eftir semingsuppskotinum nú, skuldi hesin munur útjavnast.
? Sostatt var tað ætlanin, at vit skuldu fáa minni í lønarhækking, enn Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík, høvdu fingið.
Ingeborg Vinther sigur, at tað var full semja í Føroya Arbeiðarafelag og Havnar arbeiðskvinnufelag um, at tað kundi ikki góðtakast, at tey hesuferð skuldi betala fyri, at tey vunnu sær nøkur eyka rættindi seinast.
Annars heldur hon, at eftir semingsuppskotinum er lønarhækkingin alt ov lág.
? Vit settu okkum fyri at lønin skuldi upp á 100 krónur um tvey ár. Harumframt hava vit eisini lagt stóran dent á, at okkurt slag av aldursviðbót verður lagt í sáttmálan, so at tey, sum hava arbeitt longi á einum virki, skulu fáa hægri løn enn tey, sum akkurát eru byrjað.
Ingeborg Vinther sigur, at tað kom ongantíð til veruligar samráðingar, tí arbeiðsgevararnir vildu ikki viðgerða krøvini. Hinvegin høvdu teir eitt uppskot upp á 8, 84% í lønarhækking.
? Tað kundu vit ikki góðtaka.
Ingeborg Vinther sigur, at beinanvegin Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík høvdu skrivað undir, gjørdu tey semingsmonnunum greitt, at tey fóru ikki at góðtaka semingsuppskotið.
? Kortini løgdu semingsmenninir á midnátt at kalla sama uppskot fyri okkum, sum hini feløgini høvdu góðtikið. Men fyri at útjavna lønarmunin, høvdu teir tó tikið tey 75 oyruni fyri skiftivaktina burturúr hjá okkum, sum Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík nú hava fingið.
Harafturat eru ongi av hinum krøvunum við.
? Tá ið semingsmenninir kortini leggja sama uppskot fyri okkum, sum teir løgdu fyri Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík, er tað helst tí, at Arbeiðsgevararnir ikki vilja eftirlíkað nøkrum av krøvunum.
? Og tá ið hetta er støðan, kunnu vit ikki góðtaka semingsuppskotið og tískil er verkfall nú, sigur Ingeborg Vinther.