Virðislønarhandin útsett

Mentamálaráðið hevur avlýst tiltakið, sum skuldi vera í Skálavík í dag, har Mentanarvirðisløn landsins, heiðursgáva landsins og virðisløn til ungt listarfólk skuldi latast.

 

Ætlanin var, at heiðurslønirnar skuldu latast í Deplinum í Skálavík í dag klokkan 19. Men tær verða handaðar í staðin í morgin klokkan 16 í sama stað, sigur Mentamálaráðið.

 

 

Ætlanin var annars, at landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, skuldi vitja í Sandoynni í dag, har hann skuldi vitja í skúlum og stovnum í oynni.

 

Í tíðandskrivi, sum Mentamálaráðið fyrr sendi út um handanina siga tey, at handanin av mentanarvirðislønum landsins er ein hátíðarlig og hugnalig løta, har høvi verður at hoyra tónleik og kvøður til teirra, ið fáa virðislønirnar.

 

Hvørji tey eru, verður avdúkað á tiltakinum. Tiltakið, sum er ókeypis, og verður klokkan 16 í morgin, og øll eru hjartaliga vælkomin.