Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum og limur í vinnunevndini, sigur, at andstøðan vil ikki lata formansskifti í vinnunevndini fara fram nú.
Annita á Fríðriksmørk segði annars við in.fo í gjár, at tað er ein greið avtala í samgonguni at skifta formann í nevndini og at býtið skuldi gerast tá skeiðið var komið í helvt. Tað er nú og tí skuldi formansskiftið fara fram á næsta fundi í vinnunevndini.
Les eisini: Skifta væntandi formann í næstu viku
Eftir ætlan er tað Bjørt Samuelsen, ið skal loysa Bjarna Hammer av í formanssessinum.
Andstøðan hevur meirluta í nevndini og kann tískil blokera einum skifti um teir vilja tað. Sjálvstýrið fór í valbólki við samgonguni at byrja við og fekk millum annað ein nevndarsess í vinnunevndini og formansess í útnorðurráðnum. Tí er tað nógv, sum bendir á, at tað er Jógvan Skorheim, ið verður avgerandi fyri hvør gerst formaður í nevndini og um hann atkvøður við meirlutanum at lata formannin halda fram.
Sambært tingskipanini, so kann ein nevnd velja at skifta formann í einum valskeiði, men tað er óvist um tað ber til, um andstøðan í vinnunevndini setur seg upp ímóti tí.
- Tjóðveldi skal fara at hugsa meira um politikk enn sessir. Tíðin er komin at føra politikk og ikki einans hugsa hvørjar sessir mann situr í, sigur Jørgen Niclasen.
Jørgen Niclasen sigur , at vinnunevndin samstarvar væl og hevur gjørt onkrar semjur, millum annað um fiskidagarnar. Tí heldur Jørgen Niclasen, at tíðin er ikki nú at gera nakrar broytingar, men heldur at lata arbeiðið í nevndini fáa frið, uttan at landsstýrið nú skal blanda seg uppí.
Rætting: Skrivað var, at Sjálvstýrið var farið úr valbólkinum við samgonguna, men tað er skeivt orða. Tí er tað broytt aftur.