Vinnuhúsið: Almennur Eysturoyartunnil bíligari fyri vinnuna

Eftir upplýsingum, Vinnuhúsið hevur, verður ein almennur Eysturoyartunnil væl bíligari fyri vinnuna enn ein privatur, men teir leggja dent á, at teir hava ikki havt møguleika at eftirkanna roknistykkið

Eftir tí, sum er komið fram, sær tað út til, at ein almennur Eysturoyartunnil fer at hava eitt betri samfelagsbúskaparliga úrslit, enn ein privatur tunnil, tí  nýtslugjaldið eftir øllum at døma kann verða væl lægri.

 

Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum er biðið um at siga sína hugsan um uppskotið hjá Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen um eitt alment tunnilsfelag, sum skal gera bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

 

Fyri føroyskt vinnulív hevur tað týdning, at tunnilin verður gjørdur, men sama um hann verður almennur ella privatur, verður byggikostnaðurin og raksturin tann sami.

 

Men fyri vinnulívið er tað avgerðandi, at tunnilin verður so bíligur sum gjørligt at koyra ígjøgnum.

 

Vinnuhúsið, sum umboðar arbeiðsgevararnar, hevur bara havt upplýsingarnar í uppskotinum hjá Aksel V. Johannesen og Bjørt Samuelsen um ein almennan tunnil at halda seg til og leggur dent á, at tey hava ikki havt umstøður at eftirkannað tølini.

 

- Sambært viðmerkingunum til hetta lógaruppskotið, tykist henda loysnin –altso ein almennur tunnil- at hava eitt betri samfelagsbúskaparliga úrslit, tí nýtslugjaldið eftir øllum at døma kann verða væl lægri.

 

- Harumframt hevur tað eisini týdning, at verður tunnilin almennur, sparir vinnulívið, eftir viðmerkingunum at døma, munandi upphæddir,.

 

- Sambært teimum útrokningunum hjá Landsverki, sum verða endurgivnar í lógaruppskotinum, sparir vinnulívið einar 15 milliónir krónur í nýtslugjaldi um árið við einum almennum tunnilsfelagi heldur enn einum privatum.

 

- Og verður avkastið av alternativu loysnini hægri enn tey 9,8%, sum roknað er við í viðmerkingunum til hetta lógaruppskot, ella um Sandoyartunnilin verður hildin uttanfyri verkætlanina í hesum lógaruppskoti, verður sparingin fyri vinnulívið av hesari loysnini uppaftur størri.

 

Sum støðan er í løtuni, er føroyska samferðslukervið innanlands alment, og tað er kanska mest natúrligt og ynskiligt, at Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin eisini verða almennir.

 

- Eisini loyvir Føroya Arbeiðsgevarafelag sær at ivast í, hvussu rætt tað er at tengja Eysturoyartunnilin saman við Sandoyartunlinum.

 

- Tað tykist, sum tann einasti, sum fær ein avmarkaðan fyrimun av einum hægri fíggingarkostnaði, er tað almenna, sum minkar nakað um sín váða, og tryggjar sær, at kredittmetingin hjá landskassanum ikki verður ávirkað í byggitíðini.

 

- Tað kann kortini vísa seg at verða ein munandi dýrari loysn samfelagsliga, at minka um váðan hjá landskassanum, tí tað eru somu borgarar, sum varða av landskassanum, sum skulu gjalda ein dýrari fíggjarkostnað og taka á seg tær trygdir, sum eru avtalaðar við privata eigaran.

 

- Harumframt sleppur landið burturúr jarðfrøðiligu óvissuni, og óvissuni um ferðslutølini fara at vera sum mett.

 

- Men tað eru so vinnulívið og borgarar í hesum landinum, sum eftir øllum at døma koma at gjalda ein eykakostnað fyri, at tað almenna kann sleppa burtur úr hesari óvissu, sum tykist lutfalsliga avmarkað.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at mett verður meira nágreiniliga um hesar óvissur, so tað betri ber til at taka støðu til, um henda óvissa er so stór, at tað er neyðugt at skipa verkætlanina á ein hátt, har bummgjaldið eftir øllum at døma verður munandi hægri.

 

Arbeiðsgevararnir leggja eisini stóran dent á, at tað hevur stóran týdning, at vegirnir til og frá tunlinum verður tiknir við í verkætlanini.

 

- Kanska skulu tilkoyringarvegirnir verða við í sjálvari lógini og fíggingini, halda arbeiðsgevararnir.

 

- Ikki minst tí talan er um stórar íløgur, sum tað kann vera torført at finna rúm fyri á íløgukarminum næstu 3-4 árini.

 

Yvirskipað er Føroya Arbeiðsgevarafelag av tí fatan, at samferðsla millum oyggjar og økir í landinum er ein uppgáva hjá tí almenna.

 

Skal Eysturoyartunnilin skal verða almennur ella privatur, veldst tí eisini um, hvørjar skyldir tað almenna átekur sær í samband við verkætlanina.

 

- Skal Eysturoyartunnilin verða privatur, eigur tað almenna als ongar skyldur at átaka sær. Eitt privat tunnilsfelag eigur í slíkum føri, eisini at gera og gjalda allar atknýttar vegir, soleiðis at tað  ikki skal liggja á landskassanum at gera íløgur, knýttar at verkætlanini, sigur Arbeiðsgevarafelagnum.