Sigert Patursson, festari í Hoyvík og Sp/f Røkt, hava í dag kunngjørt samstarvsavtalu um vindorkuframleiðslu í Hoyvík. Hetta verður við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum Norðaripartur.
Endamálið við samstarvinum, er at gagnnýta tilfeingi á festinum sum best, samstundis at vera við til at økja um vindorkuframleiðsluna í Føroyum, og hervið fremja orkupolitik løgtingsins í verki.
Fyrsta stig í hesum samstarvi er, at vindmátingar verða gjørdar í Hoyvíkshaganum.
Ein mátimastur verður reist í septembur.