Smidligari barsilsskipan

Arbeitt verður við at gera skipanina smidligari, so foreldur kunnu býta barsilspeningin út yvir eitt longri tíðarskeið og fáa eitt bleytari skifti aftur til arbeiðslívið. Jóhannis Joensen hevur spurt landsstýriskvinnuna, Margit Stórá um málið.

 

Øll eru á einum máli um, at fyrstu barnaárini hava stóran týdning.

 

Fleiri foreldur ynskja at leingja tíðarskeiðið, har tey eru heima hjá børnunum, áðrenn tey fara á stovn. Hetta er gott fyri bæði trivnaðin hjá familjuni og serliga børnini, verður sagt. Í dag er hetta trupult.

 

Foreldur arbeiða nógv fyri at kunna klára gerandisdagin, og hjá summum nívir tað, at smábørnini longu eftir einum ári skulu á stovn.

 

Samgongan hevur sett sær fyri at hjálpa foreldrum við hesum, og sambært samgonguskjalinum skal barsilsskipanin broytast til eina smidligari skipan, har tað í størri mun ber til hjá foreldrum at leggja barsilstíðina til rættis eftir egnum ynski og tørvi.

 

Stórir batar á barsilsøkinum

 

Samgongan hevur longu gjørt stórar batar á barsilsøkinum.

 

Hámarkið fyri barsilspening er hækkað úr 25.000 til 30.000 krónur um mánaðin og fylgir nú almennu lønargongdini.

 

Eisini hava foreldur at tví- og tríburum fingið rætt til at vera í barsilsfarloyvi samstundis í eitt heilt ár. Rættindini eru somuleiðis styrkt hjá ættleiðingarforeldrum.

 

Foreldur at ov tíðliga føddum børnum kunnu leingja barsilsfarloyvið við tí vikutali, barnið varð føtt undan termin. Og um barnið ella mamman verða innløgd í barsilstíðini, kann farloyvið eisini leingjast við innleggingartíðini.

 

Fyri at fáa upplýst, nær lógaruppskot um smidliga barsilsskipan verður lagt fyri tingið, og hvat hetta hevur við sær fyri familjuna, hevur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sett fyrispurning um málið.