Norska felagið, Fiskebåt, sum umboðar stóran part av norsku langfarafiskiskipunum, varð stovnað í 1946 undir navninum, Fiskebåtredernes Forbund, og tað var í 2013, at felagið fekk navnið, Fiskebåt.
Nú ICES mælir til stóra skerjing av makrelveiðini fyri 2026, heldur Fiskebåt í tíðindaskrivi, at grundarlag er fyri einari størri kvotu - einari kvotu, sum næstan er tvífalt so stór, sum tilmælið hjá ICES er.
Tilmælið hjá ICES fyri 2026 er í mesta lagi 174.357 tons, men Fiskebåt heldur, at grundarlagið er fyri at fiska 306.702 tons av makreli næsta ár.
- Hetta hevði eisini avmarkað avleiðingarnar hjá vinnuni, heldur felagið.
Fiskebåt heldur, at vísindaligt grundarlag er fyri at víkja frá tilmælinum hjá ICES um, hvussu stór samlaða makrelkvotan fyri 2026 eigur at verða.
Tilmælið hjá altjóða havgranskingarstovninum er ein skerjing í kvotuni fyri 2026 á 70 prosent í mun til árið í ár.
- Øll hava áhuga fyri at byggja upp makrelstovnin, men tað er samstundis týdningarmikið, at vinnan og marknaðirnir ikki fara í knús í einum uppbyggingartilgongd.
Stjórin í Fiskebåt, Audun Maråk, heldur, at vísinaligt grundarlag er fyri at víkja frá tilmælinum hjá altjóða havgrannskingarstovninum.
Í brævi, sum felagið hevur sent norska vinnu-og fiskimálaráðnum, verður víst á fleiri viðurskifti, sum tala fyri, at samlaða makrelkvotan ikki skal skerjast so nógv, sum ICES mælir til.
Felagið vísir á, at gýtingarstovnurin ikki hevur verið fyri so ógvusligari minking - 13 prosentum árini 2024 til 2025.
- Skal gýtingarstovnurin ikki veksa árini 2026 til 2027, skal kvotan í 2026 verða fleiri enn 600.000 tons, sigur Fiskebåt og vísir á, at lutfalsliga stórar broytingar í kvotuni fyri 2026 ikki fara at gera tann stóra munin fyri gýtingarstovnin.
Felagið sigur, at eisini ICES hevur víst á ymiskar møguleikar fyri 2026, har fleiri av møguleikunum eisini geva eina burðardygga gongd í makrelstovninum.
- Upprunaliga uppskotið hjá ICES var ein kvota fyri 2026 á í minsta lagi 306.702 tons, sum hevði tryggjað bæði burðardygd og eina stigvísa uppbygging av makrelstovninum.
Fiskebåt leggur dent á, at tilmælið hjá ICES um kvotuniðurskurð í stóran mun stendst av broytingum í útrokningarháttinum og tilvísingartíðarskeiðum - og ikki veruligum broytingum í stovninum.
- Hetta gevur ICES møguleikar at tryggja eina javna og ábyrgdarfulla veiði, sigur Audun Maråk, sum heldur tað vera óheppið, at ICES ikki hevur brúkt hesar møguleikar í staðin fyri at koma við einum tilmæli, sum sambært formanninum undirgrevur ráðgevandi felagsskapin.
Meira um hetta kann lesast um hesa leinkju - https://www.fiskebat.no/posts/vitenskapelig-grunnlag-for-a-fravike-forskernes-kvoterad-for-makrell