VIDEO: Soleiðis tryggjaðu Gunnar og liðfelagarnir sær meistaraheitið

(Video) Síggj málini frá 2-0 sigrinum á FH, og fagnaðin sum var aftaná loknan dyst

Samansett mynd: Víkingur Reykjavík

Gunnar Vatnhamar kann á øðrum sinni á fótbóltsyrkisleið síni nevna seg íslandsmeistara í fótbólti. 

 

Gunnar spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík á Víkingsvøllinum í Reykjavík í kvøld vunnu 2-0 á FH.

 

Valdimar Þór Ingimundarson fekk Víking Reykjavík á sigurskós longu í níggjunda minutti av dystinum, tá hann hamraði bóltin uppundir tvørstongina og í mál til 1-0. Stutt undan dystarloki staðfesti Helgi Guðjónsson sigurin við einum góðum stútara.

 

Hetta er áttanda ferðin Víkingur Reykjavík vinnur íslendska meistaraheitið, og aðru ferð Gunnar er íslandsmeistari.

 

HER  ber til frá Vísir at síggja málini frá dystinum Víkingur Reykjavík-FH 2-0 (1-0).

 

HER  ber til at síggja stóra fagnaðin, ið var aftaná loknan dyst. Gunnar sæst við ungum fjepparum, ið vilja taka eina sjálvsmynd (selfie) saman við honum. 

 

Samansett mynd: Víkingur Reykjavík