Viljin og dirvi vunnu hjørtuni

Vertirnir høvdu spælt seg til EM, tá tónarnir hjá nú farna Modena-búgvanum, Pavarotti, ljóðaðu yvir Alberto Braglia leikvøllin eftir dystarlok. Men rósurnar til føroysku spælararnir vóru nógvar í tali eftir eitt avrik, har okkara við treiskni og hegni vístu tær taktir, sum eru neyðugar, um Føroyar skulu standa seg í altjóða fótbólti

Modena, Italia: Campione del Monde. Orðini vóru sett saman við fýra stjørnum, og so skuldi eingin ivi vera um, hvørjum føroysku landsliðsspælararnir vóru uppi ímóti. Ferfaldu italsku heimsmeistararnir, sum á degnum hildu heima í Modena, skuldu mikukvøldið staðfesta leiðina til EM-endaspælið.

Tað gjørdu teir eisini við einum tryggum 3-1 sigri, har talan í løtum fyri steðgin var um heilt stóran klassamun. Men meistararnir buðu eisini pinkulingunum úr Føroyum til dans eftir steðgin. Og tá høvið beyðst, so valdi føroyska liðið at taka av.


Hvassir í ein hálvleik

Tosið undan dystinum avdúkaði í minsta lagi tveir lutir, sum kundu geva føroysku spælarunum trupulleikar. Sjálvandi umframt kvalitetin á mótstøðuni.

Í fyrsta lagi høvdu flestu av okkara monnum als ikki spælt kappingardyst í úti við ein mánað, og alt annað líka kundi hetta væl fara at merkjast.

Harnæst var greitt, at Italia stillaði upp við einum at kalla B-liði. Og tað var so als ikki víst, at hetta fór at verða nakar fyrimunur. Einastu av vanliga føstu spælarunum millum teir fyrstu ellivu vóru Luca Toni, sum er úr Modena, og so liðformaðurin og heimsins besti spælari í fjør, Fabio Cannavaro.

Men tá avloysararnir hjá heilt stóru stjørnunum kortini eru menn, sum vinna til vegin í feløgum sum Roma, Milan og Juventus, so er talan altso framvegis um spælarar í heimsflokki. Og tá talan so samstundis var um menn, sum væl kundu nýta høvið til at sannføra um, at teir eisini næstu ferð skulu roknast millum teir fremstu, so kundi hetta eisini geva okkara høvuðbrýggj.

Og tað gjørdi tað eisini fyrstu løtuna. Við at spæla breitt og leggja stórt trýst á óroyndu føroysku bakkarnar, skolaðu álopini móti føroyska málinum. Kanska ikki soleiðis, at talan varð um teir heilt opnu møguleikarnar, men vandastøður komu javnt og samt fyri, og eftir 10 minuttum sat bólturin í føroysku meskunum. Upptaktin var kanska óheppin, tí talan var um sjálvmál frá Fróða Benjaminsen. Men talan var samstundis um eitt sjálvmál av tí slagnum, har spælarar eru somikið trýstir, at roynt bara verður at sparka burtur, og hesa ferð varð harða innleggið frá Perrotta avrættað í málið.

Og italiumenn hildu fyri tað mesta ferðini uppi. Og tvær ferðir innan steðgin øktu teir eisini um munin. Fyrru ferðina eftir uppspæl í vinstru, og tá føroyska verjan ikki ruddað burtur, var Luca Toni skjótastur á, og so kundu lokalu áskoðararnir brøla sítt taktfasta Luca-Luca til spælarin, sum vaks upp í Modena. Og tá Chiellini løtu seinni við einum dómadagsskoti økti til 3-0, mundu fleiri av áskoðarum fara at óttast, hvat nú var í væntu.


Holst var framúr

Men tað gjørdist so á ongan hátt verri. Føroyska liðið hevði í løtum víst gott spæl – eisini hóast stóra italska trýstið. Og sammett við 2-1 tapið á Tórsvølli fyri Italia fyrr í ár, so var talan um munandi betri skipað spæl frá okkara.

Hóast verjan til tíðir hevði trupulleikar í avspælinum, so bardust menn sum úlvar á skóg. Á sentrala miðvøllinum spældi Atli Danielsen seg bara heitari og heitari, og tó at Súni Olsen átti sín lut í 3-0 málinum, prógvaði hann í ríkiligt mát sítt virði sum spælarin, ið skal binda føroyska spælið saman. Bæði við at stýra leikferðini, skapa neyðugu skiftini og ikki minst skothóttanum, harav tann eina var um reppið at kíla seg inn um samankomingina.

Men mest av øllum var tað Christian Lamhauge Holst, sum veruliga steig fram. Tað var kanska óvæntað, at Holst var tann meira hangandi áleyparin, meðan Rógvi var heilt frammi, men hetta vísti seg avgjørt sum skilagott. Ferð eftir ferð megnaði hann at fáa skipað føroyska spælið niðaneftir. Hann tordi at bjóða av, og tá hann soleiðis fekk drigið spælarar til sín, dugdi hann eisini at finna hol til viðspælararnar.


Rógvi og málini

Og so hevur føroyska liðið sjálvandi eisini ein málskjútta – ella –stútara – í altjóða flokki. Longu undan steðginum vísti Rógvi Jacobsen tenn. Og í einum føri enntá við at senda bóltin í netið. Ta ferðina varð fríspark tó dømt, men eftir steðgin riggaði betri.

Bæði hann og Súni høvdu nakrar vandamiklar støður, og átta minuttir fyri leiklok bragdaði. Johan Troest Davidsen sendi bóltin innfyri, og sum ikki eina ferð var Rógvi hægstur, soleiðis at hann við høvdinum kundi stýra bóltinum í meskarnar. Tíggjunda málið hjá Rógva, sum við hesum er mest skorandi føroyski landsliðsspælarin í altjóða skrásettum dystum.

Og tað kundi blivið heilt stuttligt lítla løtu seinni. Hesa ferð stóð Johan við endan av innleggi frá Christiani Høgna, men lukkutíð fyri vertirnar tók bólturin skeivu megin stólpan.


Tóku av

Hevði munurin minkað niður í 3-2 stutt undan dystarloki, kundi talan helst verið um ein heilt stuttligan enda fyri føroyingar, men óstuttligur var dysturin tó á ongan hátt.

Italsku vertirnir sýndu seg frá byrjan frá síni bestu síðu. Hóast tað ikki er vanligt á okkara leiður, so varð føroyski tjóðsangurin møttur við støðugum klappsalvum, og eisini spælararnir á vøllinum fingu nógv rós fyri sítt avrik. Størsta klappið mundu Holst fáa, tá hann fáar minuttir fyri leiklok varð skiftur út, men sum heild vóru klappini til okkara størri enn til veritirnar, so hvørt sum seinni hálvleikur tók at líða.

Og so var tað hugaligt, at tað nú aftur bar til at hoyra føroyska 12. mannin. Teirra stuðul hevur ikki verið so eyðsýndur seinastu nógvu útidystirnar, men avrikið frá bæði spælarum og áskoðarum hesa ferð gav eina vón um, at føroyska landsliðið enn hevur stuðul.

Tann parturin veldst sjálvandi eisini um úrslit og avrik. At krevja eitt stiggevandi úrslit á útivølli móti heimsmeistarunum er kanska í meira lagi. Men avrikið, sum føroysku spælararnir sýndu hesaferð, var í nógvar mátar framúr. Viljin at ofra seg í felag var sum í gomlum døgum, og so hevði liðið eisini neyðuga dirvið at taka av, tá møguleikin beyðst. Eitt dirvi, sum eisini kundi givið enn fleiri enn tað eina málið, um væl vildi til.