Undirskriftir verða nú savnaðar fyri at strika eftirløn hjá politikarum.
– Hví skulu løgtings- og landsstýrisfólk hava risa stóra eftirløn og sleppa undan at gjalda til sína egnu eftirløn, júst sum tey siga, at øll onnur skula?
Tann spurningin setir Róði Hansen Dam, sum umboðar tey, sum nú savna inn undirskriftir. Róði Hansen Dam vísir á, at pensjónsaldurin hjá politikarum ikki eigur at vera øðrvísi enn hjá øllum øðrum.
Róði Hansen Dam heldur, at sjálvsagt skulu politikarar hava eftirløn.
– Jú, tað skulu tey eins og øll onnur, men tá tey siga, at øll onnur skulu gjalda 15 prosent til sína egnu eftirløn, so áttu sama skipan verið galdandi fyri tey sjálvi. Tey gjalda einki til sína egnu eftirløn sum er, og hon verður tí heldur ikki skattað, fyrrenn tey fáa hana útgoldna. Eg hugsi, at vit fáa frægari politikarar, um tann høga eftirlønin verður strikað. Tí tá hava tey ikki tað at stremba eftir, sum fleiri av teimum uttan iva gera.
Hann heldur eisini, at pensiónsaldurin átti at verið tann sami fyri løgtingsfólk, sum fyri øll onnur.
– Har verður stórur mismunur gjørdur. Og eg meini heilt víst, at vit fáa verri politikarar við risa høgari eftirløn. Tí skal eftirlønin hjá teimum strikast.
Til ber at skriva undir mótmæli VIÐ AT TRÝSTA HER