Vilja ikki fáa skyldina fyri at bjóða skaðiligan mat

Tað eru bæði fyrimunir og vansar við at gera tað lættari at fáa fatur á føroyskum kjøti

 

Tað eru bæði fyrimunir og vansar við ætlanini at gera tað lættari at fáa fatur á føroyskum kjøti.

 

Tað halda bæði Ferðavinnufelagið, og Handilsfelagið, nú samgongan ætlar at broyta lógina, so at tað skal bera til at selja kjøt av seyði og neytum handlum, og á matstovum, hóast tað ikki er hagreitt á løggildum virkjum og hjallum.

 

Tey ásanna, at tað fer at gera tað væl lættari hjá matstovum at borðreiða við føroyskum kjøti, og sostatt kann uppskotið bøta um møguleikarnar hjá ferðafolki at smakka lokalan mat og harvið ríkað ferðina til Føroyar.

 

Eftir ætlanini skal tað vera framleiðarin sjálvur, sum hevur ábyrgdina av, at kjøtið er ílagi.

 

Men tað er júst her, at ferðavinnan, og handilsfelagið, hava síni stóru ivamál. Tey siga nevniliga, at tað stendur ikki greitt í uppskotinum, hvussu framleiðarin skal kunna sporast.

 

- Ferðavinnufelagið metir ikki, at sporføri er tryggja við tað at Heilsufrøðiliga starvsstovan skrásetur framleiðarar, og at vøran er merkt.

 

Felagið sigur, at er nakað sum helst ivamál um, hvør framleiðarin er, verður tað torført at staðfesta ábyrgd og so er stórur vandi verður tá fyri, at trupulleikin endar hjá matstovuni.

 

- Matstovur kunnu tryggja seg ímóti sakarmálum, men spurningur er tó, um hesar tryggingar taka við, tá ið talan er um vørur, sum ikki eru løggildar, sigur Ferðavinnufelagið.

 

Í ætlanini hjá samgonguni verður dentur lagdur á, at viðskiftafólk skulu kunna velja um tey keypa eina løggilda ella ikki løggilda vøru.

 

- Í matstovuvinnuni er ivi um, hvussu hetta skal førast fram í verki. Lógaruppskotið nevnir heldur ikki hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri góðkenningina av einum matstovukøki, at bæði løggildar og ikki løggildar vørur verða hagreiddar í sama køki, sigur Ferðavinnufelagið.

 

Tí mælir felagið til, at ein loysn verður funnin saman við fakfólkunum á matvøruøøkinum.

 

- Henda loysn skal framum alt tryggja sporførið, soleiðis at ábyrgd kann staðfestast, skuldi skaði staðist av vøruni, sigur Ferðavinnufelagið.

 

Eisini Handilsfelagið leggur dent á týdningin av, at vøran verður nágreiniliga merkt, so at ongi spurnartekin yvirhøvur kunnu setast til, hvør framleiðarin er.

 

- Tað er altavgerandi, tá ið ábyrgd skal staðfestast, sigur Handilsfelagið. Harumframt hevur tað týdning, at somu krøv eru til óløggildar vørur sum til løggildar vørur, tá ið tað snýr seg køliketu og vøruflutning frá framleiðara til seljara, sigur Handilsfelagið.