Vilja hava tunlar fyri tvær milliardir

Løgtingslimir ymsastaðni í landinum vilja hava tunlar fyri yvir tvær milliardir. Bjarni Djurholm væntar, at tað verður ringt at blanda kortini, tí allir politikarar vilja draga til sítt valdømi, sum nátúrligt er nú val er í hondum

- Hetta er eitt roknistykki, sum verður ringt at fáa at ganga upp.

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, er við at ganga undir í krøvum og ynskjum um tunlar alla møguliga staðni í landinum.

-Tilsamans hava løgtingslimir sett fram ynski um tunlar ymsastaðni í landinum fyri væl yvir tvær milliardir, sigur hann.

Og teir skulu allir gerast so skjótt sum møguligt. Serliga nú val er í hondum, royna allir politikarar at draga til sítt valdømi, sum natúrligt er.

Men nú hevur Bjarni Djurholm fingið eina fullfíggjaða samferðsluætlan frá Landsverki, har tunlar og vegir, sum skulu gerast tey næstu árini, verða nágreiniliga viðgjørd.

Samstundis hevur Landsverk roknað samfelagsligu nyttuna av hvørjum einasta tunli og úrslitið av tí er, at einasti tunnil, sum gevur eitt samfelagsligt íkast, er undirsjóvartunnilin ímillum Eysturoy og Streymoy.

Allir aðrir tunlar geva stórt, samfelagsligt hall, serstakliga undirsjóvartunnilin í Sandoy og ætlaðu tunlarnir í Norðoyggjum. Hinvegin verður eisini staðfest, at verður flogvøllur einaferð gjørdur í Sandoy, verður neyðugt við føstum sambandi.

Men landsstýrismaðurin í vinnumálum leggur dent á, at samferðsluætlanin hjá Landsverki byggir ikki á nakra politiska viðgerð yvirhøvur og útgreiningarnar í henni skulu sostatt ikki síggjast sum ein barometur fyri, hvat politiski viljin er.

- Hetta er ein faklig handbók burturav um samferðslunetið í Føroyum og hetta er fyrstu ferð, at vit hava eitt so nágreiniligt yvirlit yvir at kalla hvønn vegastubba í landinum.

Bjarni Djurholm sigur, at síðani verður tað tann politiska viðgerðin, sum verður avgerðandi fyri, hvat verður gjørt fyrst og, hvat skal bíða.

Men hann leggur eisini dent á, at tað er ikki bara kostnyttan, sum verður avgerðandi fyri, hvussu útbyggingar skulu raðfestast.

- Vit byggja eisini út fyri at gera tað høgligari at ferðast, fyri at stimbra uppundir búseting og vinnumøguleikar í ymsum økjum í landinum og fyri at styrkja sosiala sambandið ímillum fólk.



Hinvegin leggur landsstýrismaðurin eisini afturat, at fyri ein stóran part eru útbyggingarnar næsta ár fastlagdar.

- Tí verður tað mest samgongan, sum tekur við eftir næsta løgtingsval, sum fær tað stóra arbeiðið at raðfesta útbyggingarnar.

Bjarni Djurholm sigur, at tað næsta, sum liggur í kortunum, er fast samband til Sandoyar og uppskot um tað, verður lagt fyri Løgtingið í heyst.

- Tað er ein verkætlan, sum tekur nógva fíggjarliga orku úr Vinnumálaráðnum, tí tað fer avstað við 60 milliónum um árið í nógv ár og í miðal er tað ímillum ein triðing og helvtina av allari játtanini hjá Vinnumálaráðnum.

- Harafturat skal Leirvíkarvegurin gerast næsta ár.

Hinvegin verður Hovstunnilin liðugur í ár, so tað leysgevur nakað av peningi.

Bjarni Djurholm sigur, at fær Sandoyartunnilin ikki eina serliga játtan, fer tað at avmarka aðrar útbyggingar rættiliga nógv.


Òvist um Hestoy kemur við

Nú vísa útrokningar frá Landsverki, at tað frægasta at gera við undirsjóvartunnilin í Sandoy, er at bora hann beinleiðis og at lata ferju sigla út í Heyst.

Verður tað soleiðis, ella verður ein teinur boraður út í Hest, so at eisini tey fáa fast samband?

-Tað er ein spurningur, sum ikki er avgjørdur enn. Tað veldst um, hvussu linjuføringin verður. Talan er um tvær linjuføringar. Ein linjuføring er norðari og gongur sunnaliga undir Hestoynni. Hin Farleiðin er longur suðuri. Ábendingar eru um, at tann syðra linjuføringin er bíligari, men tað eru eisini ábendingar um, at undirlendið er vánaligari at bora ígjøgnum. Verður linjuføringin undir Hestoy vald, eru møguleikar fyri at knýta hana upp í tunnilin, men tað dýrkar verkætlanina.

Landsstýrismaðurin sigur, at nú skulu tekniskar kanningar vísa, hvat er best at gera og so skal ein politisk avgerð takast.


Fyrst til Norðoyggjar

Nú hevur tú boðað frá í Løgtinginum, at stendur tað til tín, verða tunlarnir í Norðoyggjum teir næstu, sum eru á skránni. Hví ert tú komin til tað niðurstøðu, tá ið útrokningin hjá Landsverk vísir, at akkurát hesir tunlarnir geva størst hall av øllum, samstundis sum tað loysir seg nógv frægari at gera nýggjan tunnil til Hvalbiar?

Tað er tí, at vit hava arbeitt við tunli úr Klaksvík, Norður um Fjall í fleiri ár og nú er forarbeiðið liðugt. Samstundis er farleiðin til Viðareiðis ein tann vandamiklasta í landinum.

Annars er at kalla øll játtanin hjá vinnumálaráðnum løgd í Suðuroy í nógv ár og tí haldi eg samanlagt, at vit eiga at fara í Norðoyggjar, tá ið Hovstunnilin er liðugur.

Skulu vit broyta ætlan nú, tekur tað mesta av einum ári at fyrireika nýggjan Hvalbiartunnil og tá er tunnilin norður um fjall komin langt.

- Men nú fáa vit so at síggja, hvat Løgtingið vil.


Tveir tunlar ísenn

Annars vísir Bjarni Djurholm á, at tunlarnir kunnu býtast í tvey. Teir dýru tunlarnir, eru tann Norður um Fjall, tann til Viðareiðis, Sandoyartunnilin og Hvalbiartunnilin.

Annars hava vit minni tunlar á skránni til Dals, Fámjins og Tjørnuvíkar.

Hinvegin er tað ein spurningur um tað er rætt, at gera tunlar til Dals og til Tjørnuvíkar, tí har loysir tað seg betri at fjallatryggjar vegirnar

- Spurningurin er, hvussu vit leggja til rættis, so at ætlanirnar verða framdar hesi næstu 10-12 árini. Ein møguleiki, vit hava umhugsað, er at gera ein lítlan og ein stóran tunnil ísenn, so at tvær verkætlanir altíð eru ígongd.

Harafturat hevur Løgtingið samtykt at gera tunnil til Dals, men har er trupulleikin, at friðingarmyndugleikarnir vilja ikki góðtaka ætlanina og har liggur málið í løtuni.

Bjarni Djurholm sigur, at harafturat koma neyðugar útbyggingar á útoyggj, har Svínoy hevur bestu møguleikarnar. Men skal hon ikki avtoftast, má samferðslan betrast.

- Men tað skal ómetaliga stór, politisk vælvild til at fáa játtan til fleiri ætlanir ísenn, staðfestir Bjarni Djurholm.