Vilja hava størri vald á Landssjúkrahúsinum

Teir smáu fakbólkarnir á Landssjúkrahúsinum vilja nú eisini sleppa upp í leiðsluna

 

Føroyska sjúkrahúsverkið er mannað av fleiri fakbólkum, men í dag er tað ein ein minniluti, sum situr við mestsum øllum valdinum.

 

Tað staðfesta 10 av teimum smærru fakbólkunum á Landssjúkrahúsinum.

 

Og tey halda, at nú er tíðin er komin at broyta leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum, soleiðis at eisini teir smærru fakbólkarnir fáa ávirkan.

 

Í eini yvirlýsing staðfesta tey, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum er mannað við einum stjóra við eini samfelagsvísindarligari bakgrund, einum serlækna og einum sjúkrarøktarfrøðingi. Harumframt eru leiðslurnar á teimum flestu deplunum mannaðar við einum serlækna umframt einum sjúkrarøktarfrøðingi.

 

Hendan fakliga samansetingin er alt ov smøl, tí sostatt umboðar leiðslan als ikki tann fjølbroytta, fakliga førleikan í Føroyska heilsuverkinum, halda teir 10 fakbólkarnir.

 

Tey halda nevniliga, at leiðslurnar á teimum ymsu deplunum mugu vera fakliga fjølbroyttar, so tær endurspegla starvsfólkahópin.

 

– Hetta er alneyðugt fyri at sjúklingar kunnu fáa eina nóg góða útgreining, viðgerð og uppfylging, staðfesta tery

 

Harafturat halda tey, at verandi leiðsluskipan elvir til at dygdin versnar og at starvsfólk ørkymlast og mistrívast.

 

 – Verður fakliga fjølbroytnið eisini umboðað í leiðsluni, fáa allir føroyingar gagn av teimum kjarnuførleikunum, teir ymsu fakbólkarnir í sjúkrahúsverkinum hava, siga teir 10 fakbólkarnir.

 

Samstundis halda tey, at tað er neyðugt at fáa eitt uttanhýsisráð fyri heilsustarvsfólk, sum tryggjar, at mest átrokandi ósemjurnar ímillum fakbólkar í heilsuverkinum fáa eina nágreiniliga viðgerð, áðrenn avgerðir verða tiknar ella fakligar semjur verða gjørdar.

 

– Ein øðrvísi leiðslubygnaður og gott samstarv ímillum allar fakbólkar á Landssjúkrahúsinum er neyðugt, skulu vit tryggja vituánarbýtið og trivnað ímillum starvsfólkini, halda teir 10 fakbólkarnir, sum eru Heilsurøktarafelagið, Ljósmøðrafelag Føroya, Kost- og føðslufelag Føroya, Fysoterapeutfelag Føroya, Musikterapeutar, Bioanalytikarafelagið, Sosialráðgevarafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar, Ergoterapeutfelagið og Radiografar í Føroyum.

 

Trýst HER og les meiri um sjónarmiðini hjá teimum 10 fakbólkunum á Landssjúkrahúsinum