Vilja eggja ungum íverksetarum

Í hesum døgum eru 15 ungir íverksetarar úr Norðurlondum savnaðir í Føroyum.

 

 

Hesi eru íverksetarar innan ymisk fakøki, men nú tey eru savnað, brúka tey sínar royndir til at leggja hvørjum øðrum lag á, hvussu farast skal fram sum íverksetari og deila royndir sínar ímillum sín.

 

 

Eisini gera tey ein film, sum verður sýndur í fabrikkini hjá Öström í Havn í dag, tá ein heimasíða fyri Rural Youth Entrepreneurship, sum tiltakið rópast, verður kunngjørd.

 

 

Sóleyð Danielsen er samskipari av tiltakinum, sum skal eggja fólki at gera sína egnu fyritøku.

 

 

- Við hesum vilja vit virka til eina hugburðsbroyting, soleiðis at vit fáa ungdómin meira áhugaðan og upplýstan um íverksetan. Eisini vilja vit vísa á, at tað ber væl til at vera íverkseti, sigur Sóleyð Danielsen frá Rural Youth Entrepreneurship. 

 

 

Tiltakið hjá norðurlendsku íverksatarunum verður í fabrikkini hjá Öström í Havn seinnapartin í dag klokkan tvey.

 

 

Til ber at hoyra alla samrøðuna við Sóleyð Danielsen við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Sí eisini myndir frá Sirkus í Havn, har íverksetararnir arbeiddu í gjár, HER.