Manchester United málverjin, David De Gea, hevur í langa tíð verið í kikaranum hjá Real Madrid, sum ætlar at tryggja sær spanska málverjan. Nú vilja teir bjóða tveir leikarar til Manchester United, fyri at fáa málverjan úr Onglandi.
Fyri tveimum árum síðani var um reppið at David De Gea endaði í Real Madrid, men beint áðrenn flytingargluggin lat aftur, gjørdist greitt, at feløgini ikki kláraðu at semjast um eina sølu.
Síðani tá hevur verið meira friðarligt rundanum David De Gea og Real Madrid, men hesa seinastu tíðina hava leysasøgurnar aftur fingið beint at ganga á.
Sambært bretskum miðlum skal Real Madrid gjalda umleið 750 milliónir krónur fyri spanska málverjan, sum tó verður mett at vera ov nógv. Ístaðin ætlar Real Madrid at rinda við at bjóða tveir leikarar til Manchester United afturfyri.
Talan er um tveir av yngru leikarunum á Real Madrid liðnum, Alvaro Morata og Raphael Varane, sum skulu vera partur av eini býtishandli millum Manchester United og Real Madrid.
Tó er talan um sokallaða ”silly season” í løtuni, har ein rúgva av leysasøgum eru, og ikki allar skulu takast í líka stórum álvara.










