Grønlendska landsstýrið hevur gjørt greitt, at tað hevur ongar ætlanir um at søkja um limaskap í Evropasamveldinum. Men høvdu Kuupik Kleist og hansara fólk valt at lurta eftir útróðrarmonnunum í Nuuk, so høvdu tey fingið eina einmælta áheitan um at senda eina umsókn til Bruxelles.
Formaðurin í útróðrarfelagnum í Nuuk, Lars Mathæussen, sigur við blaðið Sermitsiaq, at Grønland fór úr EF fyri at fáa ræðið á fiskastovnunum.
-Men tað er ein sannroynd, at stovnarnir hava ikki fingið tað betur, og at í dag stýra nøkur fá fiskivinnuni, sigur formaðurin.