Landsliðsleikarin, Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn spældu í kvøld dyst á útivølli í Fredricia í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Dysturin endaði við greiðum 28-21 sigri til Fredericia, ið var á odda 12-8 í steðginum.
Ósigurin sendi Lemvig-Thyborøn á aftasta plássið í deildini har teir hava sjey stig. Tó eru bert fimm stig upp til áttanda plássið, har Skanderborg hevur 12 stig. Átta tey fremstu liðini vinna seg víðari til endaspælið.
Vilhelm skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál.
Fríggjakvøldið 8. desember tekur Lemvig-Thyborøn móti Nordsjællandi á heimavølli.