Vil vita um tað verður tunnil ella vegur í Havn

Skulu bilar koyra ígjøgnum tunnil, ella eftir vegi ímillum Eysturoyartunnilin og Havnina, tað er spurningurin, Henrik Old nú skal svara

Hvussu skulu bilar koyra ímillum Havnina og Eysturoyartunnilin, sum kemur upp á Hvítanesi. Skal tað verður ígjøgnum ein tunnil ímillum Hvítanes og Krákugjógv, sum er við Oyggjarvegin, einar 600-700 metrar frá Hotel Føroyum.

 

Tað skkal Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú greiða frá.

 

Í fleiri ár hava landsstýrið og býráðið togast um, hvussu ferðslan skal skipast ímillum Havnina og tunnilin og í heyst gjørdu býráðið og landsstýrið eina semju um tað.

 

 

Les meiri um ta avtaluna her: Nú er fleiri ár gamalt stríðsmál loyst

 

Men nú Borgarstjórin í Havn farin at tosa um heldur at gera ein tunnil ímillum Hvítanes og Krákugjógv og nú Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og býráðslimur í Havn, hava Henrik Old at greiða frá, hvør loysnin verður.

 

Sjálvur heldur hann lítið um ein tunnil og verður úrslitið, at tað verður ein tunnil, skal Henrik Old eisini greiða frá, hvørja ávirkan tað fer at fáa á endamálið um at spjaða ferðsluna í sambandi við tunnilin til og frá ymsum býarpartum í Havnini.

 

Hann vísir á, at við avtaluni sum varð gjørd í heyst, var eitt endamál, at vegurin skuldi hava nógvar íbidingum í teir kommunualu vegirnir, fyri at gera ferðsluna smidliga, við so natúrligari spjaðing sum gjørligt, so sleppast kann undan longu bilarøðunum hvønn morgun og seinnapart.

 

Og nú arbeiðir landsstýrismaðurin við fíggingini, so at vegurin er liðugur, tá Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu.

 

Men nú vil Heðin Mortensen hava at vita um tingingar eru ímillum land og kommununa um nýggju ætlanina um ein tunnil av Hvítanesi til Krákugjógv. Og um so er vil hann eisini hava art vita, nær tunnilin verður klárur at taka í nýtslu

 

– Eg dugi illa at síggja, hvussu ein loysn sum hendan, ið Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavn skýtur upp, fer at bøta nevnivert um ferðslutrýstið til Havnar og úr Havnini, sigur Heðin Mortensen.

 

Hann heldur nevniliga, at tað verður bæði dýrt og trupult at hava fleiri íbindingar at spjaða ferðsluna natúrliga, og harvið sleppa undan longu bíðirøðinum.