Vil ikki yvirtaka útlendingmál

- Hetta er ein óyvirkomilig uppgávu.


Tað er greiða ávaringin frá Edmund Joensen, tingmanni fyri Sambandsflokkin, nú tosað verður um at yvirtaka útlendingamál.


Í samrøðu við Rás 2 ávarar tingmaðurin móti tankanum, at talan er um eitt mál, ið er lætt at yvirtaka.


- Vit vita hvussu tey, ið vilja yvirtaka, fyri at yvirtaka, plaga at føra tey málini fram. Tey kosta lítið og einki og hava lítið upp á seg, tá tey skulu yvirtakast, men tíðin aftaná vísur nakað heilt annað. Tað kostar bæði pengar, tilfeingi og fólk at umsita tey málini. Tað er eisini galdandi í stóran stíl í hesum málinum.


- Vit síggja jú hvat hendir í Danmark, Svøríki og Noregi. Tað kostar stórar summur á fíggjarlógini, og tað kostar húsabygging, tilbúgving á sjúkrahúsinum. Nú verður eisini tosað í Danmark um, at løgreglan ikki er nokk, nú má herurin dragast inn og hjálpa løgregluni.


Í staðin fyri at yvirtaka málið, mælir Edmund Joensen heldur til, at málið verður eitt ríkismál.


- Vit eru í tí støðu, at vit eru í einum góðan Ríkisfelagsskapi, har tað er skilagott at yvirtaka nøkur mál, ið liggja betri í Føroyum.


- Men tað eru eisini mál, ið liggja nógv betri í Ríkisfelagsskapinum. Vit hava t.d. verjumálini, stór uttanríkismál sum NATO, og so havi vit politi og rættarskipan, ið liggur betri hjá Ríkinum. Hetta er eitt typiskt mál, ið liggur betri hjá Ríkinum sum eitt samlað mál, har vit eisini hava ávirkan, um vit leggja í.


Hoyr alla samrøðuna við Edmund Joensen við at trýsta á pílin undir myndini.