? Tað er neyðugt at fáa fulla greiði á, um landsverkfrøðingurin var sagdur úr starvi av røttum, ella um landsstýrismaðurin hevur borið seg skeivt at.
Hetta er grundin til, at Finnur Helmsdal, løgtingsmaður nú tekur stig til at reisa málið um uppsøgnina av landsverkfrøðingin í løgtinginum einaferð afturat Finnur Helmsdal hevur nú sett Anfinni Kallsberg, løgmanni, seks skrivligar fyrispurningar um uppsøgnina av landsverkfrøðinginum.
? Tað skal vera mín vón, at viðgerðin av málinum endar við, at ein onnur kanning verður gjørd av fyrisitingarligu viðurskiftunum, tá ið landsverkfrøðingurin var uppsagdur, sigur Finnur Helmsdal
? Ein óvildug kanning, leggur hann afturat.
Øll semjan ikki hildin
Fyri at uppfríska minnið, vísir Finnur Helmsdal á, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum boðaði stutt undan jólum 1998 landsverkfrøðinginum frá, at starvið sum landsverkfrøðingur fór at verða niðurlagt.
? Hann segði tá, at orsøkin til uppsøgnina var, at ætlanin var at broyta bygnaðin.
? 5. januar 1999 var fundur í Tinganesi millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin um ætlaðu bygnaðarbroytingarnar.
? Á hesum fundi bleiv semja í fimm punktum gjørd ímillum flokkarnar. Semjan er soljóðandi:
1. løgmaður og landsstýrismaðurin í samferðslumálum lata gera eina frágreiðing um fyrisitingarligu gongdina í málinum um uppsøgnina av landsverkfrøðinginum.
2. landsstýrismaðurin í samferðslumálum skuldi alment viðganga, at hann hevði handfarið málið óheppið.
3. landsstýrismaðurin í samferðslumálum skuldi á vári 1999 leggja fyri tingið frágreiðing um samferðsluviðurskiftini í Føroyum.
4. Einki skuldi fara fram viðvíkjandi Landsverkfrøðingsstovninum uttan so, at samgongan hevði heimilað hesum.
5. Farast skuldi undir eina kanning av bygnaðinum í miðfyrisitingini við atliti at møguleikum fyri at laga hann til føroysk viðurskifti og at gera hann einfaldari.
Finnur Helmsdal sigur, at fýra tey fyrstu punktini í avtaluni eru fylgd, meðan ivasamt er, um nakað er gjørt við tað fimta.
Fakfeløgini, sum eru Starvsmannafelagið, Byggifrøðingafelagið og Verkfrøðingafelagið og starvsfólkið á Landsverkfrøðingsstovninum blivu nátúrliga eisini partur í málinum, og løgmaður gav hesum um somu tíð lyfti um:
- at ætlaðu bygnaðarbroytingarnar skuldu steðga alt fyri eitt
- at Landsverkfrøðingsstovnurin og Strandferðslan framhaldandi skuldu hava hvør sín stjóra, og at starvsfólkini skuldu verða tikin upp á ráð og eisini kunnast um alt, um nakrar broytingar fóru at verða framdar. (sambært grein 2)
- at Løgmansskrivstovan skuldi koma við eini tulking av grein 2 í sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Landsstýrið.
? Mær vitandi eru hesi lyfti hildin burtur sæð frá, at Løgmansskrivstovan ikki enn er komin við nakrari ítøkiligari tulking av nevndu grein 2. sigur løgtingsmðaðurin.
Men hann leggur afturat, at hann vónandi verður rættaður, um tað er skeivt
Ófullfíggjað kanning
Finnur Helmsdal sigur, at tá ið tað snýr seg um kanningina, sum løgmaður og landsstýrismaðurin í samferðslumálum skuldu gera av fyrisitingarliga partinum av málinum um landsverkfrøðingin, so kom hendan úr landsstýrinum 4. mai 1999, tíverri góða viku eftir, at tingið var farið í summarfrí.
? Og eg loyvi mær at siga, at tað er átaluvert, at tað skal taka heilar áttati dagar at tilevna slíka kanning.
? Ikki minst tá hugsað verður um dygdina.
?Fakfeløgini vóru als ikki nøgd við kanningina, sum Løgmansskrivstovan gjørdi av fyrisitingarliga partinum, og tey vístu sína misnøgd við skrivliga at vísa á, at:
- at frágreiðingin er ófullfíggjað.
- at grein 2 í sáttmálanum var brotin.
? Síðan er brævaskifti ímillum feløgini og løgmann.
Finnur Helmdsal nevnir í hesum sambandi brævið, sum løgmaður sendi teimum trimum feløgunum 20. mai 1999.
Hann sigur, at honum vitandi, er hetta einasta almenna reaktión frá løgmanni um hetta mál, síðan kanningin kom 4. mai. Brævið er stutt, og verður prentað niðanfyri:
Víst verður til skriv tykkara dagfest 10.05.1999 og 19.05.1999 um uppritið viðvíkjandi niðurlegging av starvinum sum landsverkfrøðingur.
Í niðurstøðuni verður krav sett fram um, í fyrsta lagi, at málið skal fáa avleiðingar fyri rætta viðkomandi. Í øðrum lagi at avgerðin um uppsøgnina av landsverkfrøðinginum verður sett til viks, og málið viðgjørt av nýggjum.
Hervið verður sagt frá, at vit meta ikki, at fakfeløgini eiga at seta krøv um, hvørjar avgerðir um avleiðingar løgmaður tekur í einstøkum málum. Í øðrum lagi kann løgmaður upplýsa, at hann fer ikki at krevja av landsstýrismanninum í vinnumálum, at avgerðin um uppsøgnina av landsverkfrøðinginum verður sett til viks, so at málið kann viðgerðast av nýggjum.
Finnur Helmsdal sigur, at løgmaður hevur uttan iva rætt í tí, at fakfeløgini eiga ikki at seta honum krøv um, hvussu hann umsitur tey ymsu málini.
? Men svarið til fakfeløgini vísir eisini greitt, hvørjar metingar løgmaður ger sær av bæði kanningin og málinum sum so.
? Og tað er tað, sum órógvar, og er beinleiðis orsøkin til henda fyrispurningin, sigur hann.
Seks spurningar til løgmann
Og spurningarnir frá Finni Helmsdal til løgmann, eru seks í tali um tað, sum hendi, tá ið landsverkfrøðingurin varð sendur til hús. Hann spyr løgmann, um hann heldur, at kanningin, sum var gjørd av viðurskiftunum er nøktandi, og at einki meira skal gerast í hesum máli.
Hann vil eisini hava at vita, um tað skal skiljast so, at landsstýrismaðurin í framtíðini sjálvur avgerð, hvat skal fara fram viðvíkjandi landsverkfrøðingsstovninum?
Somuleiðis vil hann hava at vita, um løgmaður heldur, at øll viðurskifti í kanningararbeiðinum eru í lagi?
Finnur Helmsdal vil eisini hava at vita, um løgmaður heldur mannagongdina viðvíkjandi uppsøgnini vera í lagi, og at slík framferð verður góðtikin í framtíðini?
Harafturat vil hann hava at vita, um løgmaður heldur, at tað er í lagi, at landsstýrismaður alment sigur, at uppsagnargrundin er bygnaðarbroytingar, meðan kanningin av málinum vísir, at á, at grundin hevur verið samstarvstrupulleikar?
Fimti spurningurin er, um løgmaður heldur, at hann hevur lokið fyrstu treytina í avtaluni frá 5. januar 1999, og um hann heldur, at kanningin er haldgott grundarlag at taka avgerð á?
Og at enda spyr Finnur Helmsdal, um løgmaður ikki heldur, at tað hevði gagnað viðurskiftunum ímillum miðfyrisitingina og stovnarnar, um skipað bleiv fyri einari nýggjari og óheftari kanning av málinum?
Tíðin komin til álvarsliga viðgerð
Finnur Helmsdal sigur, at hann heldur ikki at málið snýr seg um, antin fakfeløgini kunnu loyva sær at siga nakað skeivt ella nýta óhepnan málburð.
Og hann heldur ikki, at løgmaður kann nýta eitt ella tvey skriv frá nøkrum fakfeløgum sum grund fyri at vísa málinum frá sær.
? Hetta málið snýr seg um at fáa fulla greiði á, um landsverkfrøðingurin var sagdur úr starvi av røttum, ella um landsstýrismaðurin hevur borið seg skeivt at.
? Tað snýr seg um at fáa at vita, um landsstýrismaðurin hevur sagt sannleikan.
? Og tað vil aftur siga, at vit mugu fáa greiði á, um málið er fyrisitingarliga og løgfrøðisliga í lagi, áðrenn vit finna út av, um tað er politiskt í lagi.
Finnur Helmsdal sigur, at av tí sma snýr málið seg tí eisini um, antin landsverkfrøðingurin hevur fingið sína starvsligu tilveru og -framtíð oyðilagda av órøttum, ella um uppsøgnin var ein neyðug og sjálvsøgd fylgja av nøkrum óhepnum viðurskiftum.
? Og sum heild kann hetta málið í seinasta enda snúgva seg um rættartrygdina hjá almennum leiðarum og almennum starvsfólkum sum heild, sigur Finnur Helmsdal.
? Tað eru ikki bert fakfeløgini, sum eru misnøgd við kanningina, tað munnu tey flestu vera.
? Og ein av kanningarstjórunum hevur við útvarpið viðgingið, at kanningin var kanska ikki so væl arbeidd,sum hon átti at verið. ? M.a. er tað ivasamt, at kanningarstjórarnir bert tosaðu við landsstýrismannin og starvsfólk í vinnumálastýrinum, og at bert ein innanhýsis løgfrøðingur bleiv spurdur, ikki minst tá hugsað verður um, at hesin pr. definitión er mótpartur fakfelaganna.
? Tað er eisini ivasamt, at bert løgfrøðiligu viðurskiftini í sambandi við grein 2 blivu kannað, meðan sjálv uppsagnargrundin og uppsagnarframferðin ikki bleiv tað.
? Vit fingu bert nakrar staðfestingar.
Finnur Helmsdal sigur, at brævið, sum løgmaður skrivaði 20, mai sigur honum so mikið, at hann ætlar ikki at gera meira við málið.
? Tí haldi eg, at tíðin er komin at viðgera málið meira álvarsamt í tinginum.
? Og skal tað vera mín vón, at henda viðgerð endar við, at ein onnur kanning verður gjørd av fyrisitingarligu viðurskiftunum, sigur Finnur Helmsdal
? Ein óvildug kanning. leggur hann afturat.









