Hví er samstarvið ímillum Landssjúkrahúsið íslendska bróstskurðlæknan, Kristján Skúla Ásgeirsson, hildið upp at. Tað skal Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, nú greiða Løgtinginum frá.
Tað er Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum reisir spurningin nú tað er greitt, at samstarvið ímillum íslendska bróstskurðlæknan, Kristján Skúla Ásgeirsson, og Landssjúkrahúsið, heldur uppat. Og hann vil eisini hava at vita, hvør tað er, sum hevur tikið avgerð um at slíta samstarvið og um Sirið Stenberg ætlar at gera nakað fyri at fáa tað at halda fram.
Bjørn Kalsø vísir á, at talan hevur verið um at fara í samstarv ið Herlev Sygehus í Danmark um at viðgera føroyskar kvinnur fyri bróstkrabba, og nú vil hann hava at vita, hvussu tær samráðingarnar endaðu.
Samstundis frættist nakað síðani, at avtala er gjørd við sjúkrahús í Ålborg um krabbameinsviðgerð og nú skal landsstýriskvinnan greiða frá teirri avtaluni, og hvat hon fer at merkja fyri teir sjúklingar, ið hava viðgerð fyri neyðini.
Bjørn Kalsø staðfestir, at eftir øllum at døma hava føroyskar kvinnur, sum hava havt, og sum hava bróstkrabba, verið sera væl nøgdar við við íslendska læknan, og at fleiri av teimum mæltu staðiliga frá at enda samstarvið við hann, tí tær hildu, at tað fór at verða eitt stórt bakkast fyri tær.
Og tí vil hann hava tað fram í ljósið, hví samstarvið er enda, og hvat vit hava fingið ístaðin.










