Eitt løgtingsvalstríð kann vera ein ørkymlandi tíð hjá teimum, ið varða av føroysku kommununum. Tí meðan politisku flokkarnir, ið stríðast við hvønn annan um at vinna álitið frá veljarunum, yvirbjóða hvønn annan við skattalættum, frádráttum, dýrum íløgum og øðrum vallyftum, er tað skjótt at rokna út, at tað er onkur, ið skal rinda gildið.
Tað fekk Kommunufelagið at senda eina áheitan út undir valstríðnum, har heitt varð á politisku flokkarnar, um at tá teir nú lovaðu ymiskt, at tað bleiv lovað úr røttum kassa.
- Kommunufelagið vil tí heita á politisku flokkarnar og valevni at vísa hesum ans og koma við heildarloysnum, sum taka hædd fyri bæði inntøkum og útreiðslum, heldur enn bert at koma við uppskotum, sum minka um inntøkurnar og økja um útreiðslurnar hjá kommununum. At raðfesta grundarlagið undan kommunukassunum er lítið virðiligt, skrivaði Kommunufelagið í einari áheitan.
Endurskoða fíggingina
Valstríðið er av og samgongusamráðingarnar eru byrjaðar, men áheitanin hjá Kommunufelagnum stendur enn við, vísir Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, tá hann skal nevna hvørji mál felagið metir er neyðugt at tríva í hjá eini komandi samgongu.
- Í valstríðnum vóru vit úti og søgdu millum annað, at um man gevur skattalættar umvegis kommunukassarnar, so má man á ein ella annan hátt endurskoða fíggingina av kommununum og møguliga breiðka skattagrundarlagið, sigur hann og leggur afturat.
- Tað er bara blivið meira aktuelt eftir, at Búskaparráðið kom út við nýggjastu búskaparfrágreiðingini, har víst verður á hvussu nógvar útreiðslur verða knýttar at eldraøkinum og heilsutænastum í framtíðini, tá vit verða so nógv fleiri eldri.
Og um tað verður so sum Búskaparráðið vísir á, er neyðugt at endurskoða allan leistin fyri hvussu kommunurnar fíggja sítt virksemi.
- Sum er hava kommunurnar bara persónsskattin. So um útreiðslurnar vaksa, er bara eitt stað at fara eftir pengunum, og tað er frá teimum, ið arbeiða. So onkursvegna er neyðugt at endurskoða hvussu kommunurnar verða fíggjaðar í framtíðini. Harímillum má støða takast til, um skattagrundarlagið skal breiðkast, sigur stjórin í Kommunufelagnum.
Normering
Eitt annað vallyfti, ið var frammi undir valstríðnum, og hevur beinleiðis ávirkan á virksemið og fíggingina hjá kommununum, er møguleikin fyri áseta eitt minsta mark fyri normering innan eldra- og dagstovnaøkið.
- Nakrir flokkar hava tosað um at áseta eitt minsta mark fyri normering innan eldraøkið og dagstovnaøkið. Hetta eru alt økir, ið eru kommunal, og sum eru undir ábyrgd av kommunum og kommunustýrum. Tí mugu vit fáa greitt at vita, hvussu neyvt man ætlar at stýra teimum yvirtiknu málsøkjunum úr løgtinginum, sigur Eyðun Christiansen.
At fleiri kommunur hava verið ónøgdar við tann leist, ið er brúktur til at veita kommununum fígging í samband við eldraøkið, er eingin loyna, og vísir stjórin í Kommunufelagnum eisini á hetta, sum nakað, sum má hyggjast nærri eftir.
- Síðan er tað eldraøkið sum heild. Hvussu vil man fíggja tað? Tær inntøkur man fekk við fíggjarleistinum, tá økið bleiv lagt út til kommunurnar, samsvarar ikki við tær útreiðslur, ið kommunurnar hava. Hetta er eitt av tí, ið vit ynskja verða endurskoða í hesum valskeiðinum, sigur hann.

Vil fáa greiðu á fíggingina












