Vil avtaka avtøku av Landsbankanum

Í lesarabrævi í dag, vil Kristina Háfoss hava avtikið avtøkuna av Landsbankanum.

Tjóðveldi hevur lagt eitt uppskot fyri tingið, har skotið verður upp at avtaka tær fýra lógarbroytingarnar, ið avtaka Landsbankan 1. apríl 2013.

- Tað var sanniliga ikki uttan orsøk at allir hoyringspartar, herímillum 24 fakfeløg og Føroya Arbeiðsgevarafelag, ávaraðu ímóti at samtykja lógaruppskotini um avtøku av Landsbankanum – uttan felagið fyri peningastovnarnar, skrivar Kristina Háfoss.

Hon heldur, at allar grundgevingar um sparing og gjøgnumskygni vórðu afturvístar, og at endamálið var eitt heilt annað.

- Endamálið við avtøkuni tyktist tí at vera eitt heilt annað, enn tað, ið varð sagt alment frá fíggjarmálaráðharrans síðu. Nevnliga at sleppa undan einum óheftum búskaparstovni, ið kemur við búskaparmetingum og –ráðgeving, ið til tíðir kann ganga ímóti landsstýrisfólkum. Hartil fæst lættari politisk atgongd til stýring og umsiting av fleiri milliardum krónum hjá Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum og gjaldføri landsins, skrivar Kristina Háfoss.

Hon heldur als ikki, at Føroyar, mótsatt øðrum londum, hava lært nakað av alheims fíggjarkreppuni.

- Farið er so langt sum at taka stig til, at ongin óheftur tjóðarbúskaparligur stovnur skal vera í Føroyum. Harvið verður ongin stovnur, ið m.a. skal tryggja eitt veruligt og styrkt tjóðarbúskaparligt eftirlit við føroyska fíggjargeiranum, og gerast Føroyar hartil enn fátækari tá umræður búskapargreining og ráðgeving framyvir, skrivar Kristina Háfoss.

Hon heldur ikki, at avtøkan av Landsbankanum tænir nøkrum endamáli, men kortini stúrir hon ikki so ógvuliga nógv.

- (Hetta er) ein avtøka ið ger Føroyar veikari og ótryggari, og sum undir øllum umstøðum verður fyribils, tí Landsbanki Føroya sjálvandi verður endurstovnaður, so skjótt nýggj samgonga verður skipað, skrivar Kristina Háfoss, framsøgufólk í fíggjarmálum hjá Tjóðveldi.