Tað var soleiðis, sum Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen segði undan dystarbyrjan. Kroatisku gestirnir á Tórsvølli vóru sera evnaríkir og góðir. Eina løtu undan steðginum var Víkingur væl við, tá ið Hallur Hansson við stútara eftir horna hevði javnað leiðsluna, sum gestirnir høvdu vunnið sær við stútara eftir horna.
Tað sá út til, at víkingarnir skuldu megna javnleik í 1. hálvleiki, men í evstu løtu legði HNK Rijeka seg framum aftur. Sum 2. hálvleikur leið, vísti tað seg at vera alt størri munur, og at enda vann HNK Rijeka 5-1.
Um eina viku verður talan um avgreiðsluspurning í Kroatia. Fyritreytirnar hjá Víkingi versnaðu uppaftur meiri, tá ið miðverjin og liðformaðurin Atli Gregersen sá gult. Harvið er hann leikbannaður um eina viku.
LIÐUGT
1-5
Eftir horna úr høgru roynir Erling Jacobsen seg, men málverjin bjargar sera væl við handaru stólparótina.
3 minuttir lagdir aftrat.
90) 1-5
Atli Gregersen hevur sæð gult fyri at gera fríspark. Harvið er Atli leikbannaður í Kroatia um eina viku.
86) 1-5
Nú var tætt við, at tað varð 6-1, men bólturin varð úr spískum sendur í síðunetið.
Sølvi Vatnhamar sær gult fyri óregluliga at steðga mótstøðumanni. Dómarin peikar á ellivu metra blettin, og brotssparkið verður umsett til mál.
Víkingarnir eru sera troyttir, og nú ræður um at ansa eftir, at talan ikki verður um stórskrædl.
So skrædnaði. Málið varð skorað eftir fínt gjøgnumbrot.
Ingi Sørensen er komin á vøllin í staðin fyri Andreas Lava Olsen.
75) 1-3
Nú snýr tað seg hjá Víkingi um at halda tørn.
71) 1-3
Víkingur hevur havt sína bestu roynd í 2. hálvleiki. Atli Gregersen legði úr høgru og eitt sindur aftanfyri miðstrikuna bóltin fram í brotsteigin. Andreas Lava Olsen stýrdi við høvdinum bóltin til Philip Djordjevic, sum smekkaði til úr 19 metrum, men bólturin streyk dygst omanfyri málið.
68) 1-3
Tað er ein fragd at síggja bóltførleikan og skjótleikan hjá mótstøðumonnunum. Víkingarnir arbeiða og stríðast tað, sum teir orka. Nú eru teir troyttir!
65) 1-3
Heðin Hansen er komin á vøllin í staðin fyri Hall Hansson.
63) 1-3
Hallur Hansson er farin haltandi av vøllinum. Nú eru tað tíggju troyttir víkingar ímóti kroatisku favorittunum.
59) 1-3
At støðan ikki er broytt kemst bara av, at Geza Turi stórbjargaði til horna, tá ið gestirnir vóru púra blankir mitt fyri og 9 metrar úr málinum.
56) 1-3
Tað kennist sum um, at víkingarnir eru eitt sindur troyttir. Mótstøðumenninir eru á teimum alla tíðina, og tað ber við sær, at spælið verður meiri ófriðarligt, enn tað var.
53) 1-3: Kramarić 52.
So kennist spurningurin vera, hvussu stórur útisigurin fer at verða. Eftir uppspæl í høgru og innlegg, varð við nærra stólpan stútað í málið.
50) 1-2
Eitt sindur heitt blóð í støðum, har eingin orsøk er til tað. Tað mesta gongur fyri seg millum brotsteigarnar báðar.
47) 1-2
Kroatiska liðið gav bóltin upp, og síðani hava gestirnir verið í álopi.
1-2
Síðsta lítla løtan undan steðginum var sera óheppin fyri Víking. Gestirnir skoraðu, tá ið víkingarnir drálaðu ov nógv við at takla, og so varð miðvallarstríðsmaðurin yvir allar, Hans Jørgen Djurhuus, borin skaddur av vøllinum. Hann kemur ikki aftur á vøllin. Longu undan steðginum varð Philip Djordjevic settur á vøllin.
HÁLVLEIKUR
1-2
46) 1-2: Kvržić 45.+1.
Hetta var sera harmuligt. Eftir uppsææl í vinstru sneiddi kroatiski spælarin seg leysan á brotsteigarmarkinum eitt sindur til vinstru, og bólturin sigldi í málið við handara stólpan.
Hans Jørgen Djurhuus er borin av vøllinum, og í hansara stað er komin Philip Djordjevic.
42) 1-1
So var aftur tætt við, at Víkingur skoraði. Súni Olsen legði fríspark úr høgru og eitt sindur frammanfyri miðstrikuna og í brotsteigin. Málverjin var uttarlaga staddur, men bólturin sigldi dygst frammanfyri ein ljósabláan.
Í løtuni sær tað heilt gott út hjá Víkingi.
39) 1-1
Víkingarnir spenna seg út. Nú hevur Finnur Justinussen roynt seg úr brotsteigar samankomingini í vinstru, men bólturin fór eitt vet omanfyri handaru samankomingina.
36) 1-1: Hallur Hansson 35.
Eftir góða Víkinga løtu hevur Víkingur javnað. Súni Olsen legði horna innfyri úr høgru, og Hallur Hansson stýrdi úr stuttari fjarstøðu og við høvdinum bóltin í málið.
Gott lag í Víkingaleguni, og tað var mest sum ov gott, tí í næsta álopinum var um reppið, at gestirnir skoraðu aftur!
33) 0-1
Eftir gjøgnumbrot í vinstru tiltuskaði Hanus Jacobsen Víkingi hornaspark. Súni Olsen legði væl innfyri, men málverjin boksaði burtur.
Nú gongur meiri fyri seg á kroatisku hálvuni, enn tað gjørdi í eina fitta løtu.
30) 0-1
Nú eru gestirnir mest sum alla tíðina á bóltinum. Teir spæla væl saman og flyta seg væl. Viðhvørt taka teir tað heilt róliga, og so spenna teir í, og tað gongur tað skjótt og er vandamikið.
Víkingarnir eru framvegis væl skipaðir í verjustøðu.
25) 0-1
Eftir fínar sneiðingar, har hann fór framvið fýra mótstøðumonnum, spældi Súni Olsen Finn Justinussen leysan, men tíverri var hann rangstaddur.
23) 0-1
Gestirnir hava havt fýra hornaspørk – trý í vinstru og eitt í høgru. Teir eru kropsliga sterkari, og teir hoppa hægri og harvið er tað hvørja ferð, tá ið lagt verður innfyri, so sera vandamikið.
20) 0-1
Tað er fyrst og fremst í vinstra borði, at gestirnir leypa á. Nú hava teir eftir snilda framlegging mitt á vøllinum verið tætt við. Geza Turi hálvbjargaði, og tveir verjuspælarar tveittu seg og megnaðu í felag at fáa bóltin burtur.
15) 0-1: Lešković 14.
Eftir horna úr vinstru ferðaðist bólturin langt inn í fimm meturin, har kroatin stýrdi honum í málið. Hetta kann fara at vísa seg at verða stór mótbrekka!
13) 0-0
Tað er sera undirhaldandi. Leikferðin er høg, og kroatarnir leggja nógv fyri í álopsspælinum. Teir eru nógvir frammarlaga á vøllinum, og teir leggja nógv fyri í nærdystunum. Ein teirra hevur sæð peikifingurin hjá dómaranum fyri at vera harðligur í nærdysti.
8) 0-0
Tað er framvegis málleyst, men tað hevur verið heilt tætt við í báðum endum. Fyrst vóru tað gestirnir eftir horna úr vinstru, men Hallur Hansson blokeraði, og so var tað heilt tætt við, at Andreas Lava Olsen varð leysur eftir skjótt álop. Lava fór um koll, men talan var ikki um brotsspark.
4) 0-0
Gestirnir leggja ógvuliga bragdliga fyri. Teir hava úr góðari støðu roynt seg úr høgru, men bólturin fór framvið handaru samankoming.
Og í næsta Víkinga álopi legði Súni Olsen væl innfyri úr vinstru.
1) 0-0
Víkingur gevur bóltin upp.
Ivi hevur verið, um Súni Olsen fór at verða førur fyri at spæla. Nú teir eru farnir at hita upp, er Súni Olsen millum teir fyrstu ellivu víkingarnar, meðan Philip Djordjevic situr á beinkinum. Hann var annars ætlaður at vera millum teir fyrstu ellivu, um Súni Olsen ikki var førur fyri at spæla.
Líkindini at spæla fótbólt eru góð Tað er turt, eitt lítið lot, sólin hevur hug at kaga undan, og tað eru trettan hitastig.
Hetta er fyrri dysturin í triðja innleiðandi umfarinum. Seinni dysturin verður í Kroatia um eina viku.
Víkingur-HNK Rijeka kl. 19.00
Dómari: Dómarakvartett úr Makedonia: Dimitar Meckarovski, Marjan Kirovski,
Dejan Kostadinov og Dejan Jakimovksi
Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus, Hallur Hansson, Súni Olsen – Finnur Justinussen, Andreas Lava Olsen
Á beinkinum: Elias Rasmussen, Hjalti Strømsten, Magnus Jarnskor, Ingi Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Heðin Hansen, Philip Djordjevic
Rijeka: Vargić – Tomečak, Mitrović, Lešković, Leovac – Brezovec, Jajalo – Kvržić, Jahovik, Jugović - Kramarić