Við góða 1-1 javnleikinum móti Víkingi á Dungasandi ígjár fekk 07 Vestur eitt týdningarmikið stig í niðurflytingarstríðnum.
Javnleikurin merkir eisini, at Víkingur fekk ikki fullan pott móti 07 Vestur hetta kappingarárið.
Í teimum trimum innanhýsis dystunum gjørdist talan um tveir sigrar til Víking, og so 1-1 javnleikur ígjár.
Samlaða úrtøkan gjørdist sjey stig til Víking, og eitt stig til 07 Vestur.
Málúrtøkan er 10-4 til Víking. Víkingur vann stórsigur á Víkingi á heimavølli, men hevði tungt hoyggj við 07 Vestur á Dungasandi.
Her eru úrslitini og málskjúttarnar í dystunum millum Víking og 07 Vestur:
07 Vestur – Víkingur 2-3 (2-1) - 5. mars
1-0: Mads Borchers 35.
1-1: Olaf Bárðarson 37.
2-1: Janus Svabo Samuelsen 45.+2.
2-2: Andreas Lava Olsen 67.
2-3: Gunnar Vatnhamar 76.
Víkingur – 07 Vestur 6-1 (3-0) - 6. august
1-0: Bergur Gregersen 20.
2-0: Martin Klein Joensen 31.
3-0: Arnbjørn Svensson 41.
4-0: Martin Klein Joensen 50.
5-0: Ingi Jonhardsson 52.
6-0: Sølvi Vatnhamar 73.
6-1: Daniel Obbekjær 81.
07 Vestur-Víkingur 1-1 (1-0) - 4. september
1-0 Mads Borchers br. (41.)
1-1 Finnur Justinussen (76)