Eitt sakarmál um upphavsrætt, sum skuldi verið til viðgerðar í Føroya rætti í morgun, er endað í semju millum partarnar.
Talan var um, at eftirkomarar hjá Ellen Dahl í Vági kravdu, at nakrar myndir, sum Vágs Sóknar Bygdarsavn hevði lagt út á heimasíðu sína, vóru vardar av upphavsrætti hjá Ellen Dahl. Vágs Sóknar Bygdarsavn visti ikki av, at Ellen Dahl hevði tikið hesar myndirnar og tær vórðu beinanvegin tiknar av heimasíðuni, tá eftirkomararnir eftir Ellen Dahl gjørdu vart við seg.
Viðgerðin í rættinum varð tó av ongum, tí semja er gjørd í málinum.
Jógvan Elias Winther Poulsen, ið er sakførari hjá Vágs Sóknar Bygdarsavni, sigur, at savnið virðir upphavsrættin, eins og savnið hevur stóra virðing fyri tí arbeiði, ið Ellen Dahl hevur gjørt til tess at dokumentera lív og viðurskifti í Vági.
- Saksøkjararnir vildu verja minnið um Ellen Dahl, og tað hevur Vágs Sóknar Bygdarsavn fulla virðing fyri, og tí tóku vit stig til at loysa málið í sátt og semju, sigur Jógvan Elias Winther Poulsen.