Í løtuni fer um allan Heimin drúgt kjak fram um syrgiligu hendingarnar, fríggjadagin 9. januar 2015, í Paris, har 12 fjølmiðlafólk og, sum frá leið, eini fimm onnur í næsta umfari lótu lív.
|
Ilt er at taka dagar ímillum; men eg beri kensluna av, at muslimar og muslimska trúðargreinin sum heild nú ber skuldina av tí, sum nakrir fáir heilavaskaðir unglingar í Fraklandi gjørdu seg upp til at seta í verk.
Vit, sum á mínum aldri ikki gloyma, hvat undir seinasta heimsbardaga fór fram av fólki, sum av upprunað einki vóru ørvísi enn vit onnur, og sum undir hvørjum høvi breggjaðu sær av at vera heldur meira kristin enn øll onnur. Ein parturin í ræðuligu hendingunum tá á døgum húsaði entá sjálvum pávanum.
Fara vit eini 800 ár aftur í tíðina, vórðu væl útgjørd europisk herlið undir Krossins navni send eystur í lond at drepa muslimar frá hond alt tað, teir vóru mentir. Heimafturkomnir vórðu teir fagnaðir sum sannar hetjur, har ein førarin teirra, Richard Leyvuhjarta, av somu skomm gjørdist ódeyðiligur í heimssøguni.
Kanska ikki full ár, men í hvussu er tey 16 árstølini, eg arbeiddi saman við muslimum, fall ikki eitt øvugt orð okkara millum um átrúnað, og gestablídni gekk fram um alt. Árini vóri 1956-62 í Persia ella Iran, sum landið nú nevnist, 1973-74 í Afghanistan, 1977-78 í Nigeria og 1991-95 á Zanzibar út fyri Eystur-Afrika.
Minnist eitt jólaaftanskvøld 1977 í Azare, Nigeria, har eg sat púra einsamallur, eftir at kristni kokkur mín, Festus, sum sett hevði mær góðan jóladøgurða á borðið, beyð mær gleðilig jól, áðrenn hann fór til hús.
Eitt gamalt radiotól, sum eg fann har í húsunum, fekst sjaldan at geva ljóð frá sær; men mín sann um eg ikki hetta merkiliga kvøld á týskum fekk Gleðilig Jól og onnur jólaløg at ljóma so hátíðarliga millum veggja, at tað rættiliga í einseminum tók at standa á gomlum nøglum.
Út móti midnátt pikkaði varðisliga á úthurðima, og tá eg læt upp, stóðu tríggir “Mullair” t.e. muslimskir prestar uttanfyri og umbóru seg, at teir soleiðis órógvaðu; men teir hildu tað vera mest fólkaligt at ynskja mær Gleðilig Jól í einsemi mínum, hóast trúargreinin ikki rættiliga var hin sama.
Teir tosaðu so frægt av enskum, at vit út móti tveimum tímum um ein temunn prátaðu um leyst og fast, og at enda samdust um, at ikki mundi vera so langt frá monnum, tí bønir okkara høvdu somu adressu, og at hin altvaldandi ivaleyst dugdi at lesa millum orðini frá báðum pørtum tað, sum vit kanska ikki megnaðu at bera fram so væl sum ætlað.
26 ára gamal, lá forvitnið í hæddini, og í halga býnum, Qum, vildu persisku jamaldrar mínir hava meg inn í moskina at, saman við teimum, biðja islamsku bønina. Eg skuldi bara ansa eftir ikki at taka sólbrillurnar av, so ljósu, norðurlendsku eyguni komu til sjóndar.
Teir høvdu sagt mær, hvussu bønin fór fram, og vit høvdu eisini gjørt royndir, so alt gekk væl; men mitt í øllum fall mest sum ein tung kensla yvir meg, at tað var skeivt á henda hátt mest sum at gera gjøldur burtur úr teirra átrúnaði, so eg mundi farið út, áðrenn bønin var liðug, og so hevði verið verri vorðið.
Útaftur komnir fóru vit í aftur skógvarnar, sum stóðu har, sum vit høvdu vaskað føturnar, áðrenn vit fóru innar í halgidómin.
Bilførara mínum, ið var kristin, lætnaði um hjartað, tá eg óskalaður aftur setti meg í bilin, og hann spurdi fleiri ferðir, hví eg í Himmalsins navni kundi finna uppá tílíkan ørskap, og nú á gamalsaldri skilji eg hann væl.
Sum so dugi eg ikki at peika á nakra patentloysn í hesum máli; men okursvegna mugu vit royna at koma hvørjum øðrum nærri. Um ikki beinleiðis at sameina allan átrúnað, so tó í hvussu er at vísa virðing fyri øðrum menniskjum og øðrum hugsunnarhátti.