TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj løtuna fyrr í kvøld, tá einasta liðið uttanfyri ensku yrkisliguna í fótbólti trakk lutin at møta Arsenal á heimavølli í 5. umfarinum í FA Cup kappingini.
Í Sutton eru tey ovurfegin um áskoðarainntøkurnar, inntøkum frá sjónvarpsrættindum, og ikki minst ta stóru ítróttarligu avbjóðingina at møta Arsenal á heimavølli.
Sutton United spælir í fimtbestu fótbóltsdeildini í Onglandi.
Eingin av teimum stóru Premier League liðunum møtast í 5. umfari.
Lutakastið til 5. umfar í FA Cup kappingini sær soleiðis út :
Burnley – Lincoln City
Fulham – Tottenham
Blackburn – Manchester United
Sutton – Arsenal
Middlesbrough – Oxford United
Wolves – Chelsea
Huddersfield – Manchester City
Millwall/Derby – Leicester
Dystirnir verða spældir vikuskiftið 17. til 20. februar.