Video: Suðurafrikanskur málverji skoraði eitt sjáldsamt mál

(Video) Síggj Oscarine Masuluke, málverja hjá Baroka FC í suðurafrikonsku bestu deildini skora eitt ógloymandi mál

Oscarine Masuluke, málverji hjá suðurafrikanska liðnum, Baroka FC skoraði fyri nøkrum døgum síðani eitt ógloymandi vakurt mál fyri ein málverja.

 

Baroka FC var í dysti í bestu suðurafrikonsku fótbóltsdeildini aftanfyri 0-1 ímóti Orlando Pirates, og ímóti dystarenda koyrdi Baroka FC alt fólkið fram fyri at javna til 1-1, og tá var tað, at Oscarine Masuluke skeyt eitt mál, sum ein sjáldan sær málverjar skora.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj ógloymandi vakra málið hjá Oscarine Masuluke. 

 

Baroka FC ætlar nú at selja fótbóltsstyvlarnar, sum Oscarine Masuluke skoraði sjáldsama málið við á einari vælgerandi uppboðssølu.