Í bólki 4 í millum umfarinum í EHF Europeane League var tað greitt hjá VIlhelmi Poulsen og liðfeløgunum í Hanover-Burgdorf undan útidystinum móti Nexe í Kroatia, at Hannover-Burgdorf vinnur bólk 4, og vinnur seg harvið beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar. Tí var tað ikki so "dýrt", at Hannover-Burgdorf tapti 23-26 fyri Nexe, ið var á odda 14-9 í steðginum.
Vilhelm gjørdist toppskjútti hjá Hannover-Burgdorf. Hann skoraði fimm mál upp á 10 málroyndir.
Hannover-Burgdorf vann bólkin við átta stigum.
HER sæst ein samandráttur hjá Eurohandball frá dystinum Nexe-Hannover Burgdorf 26-23 (14-9). Við 1:50 minuttir sæst Vilhelm skjóta eitt gott mál:
##med2##











