Biskupsstøðgarðurin, verður á mannamunni kallaður húsini hjá Nólsoyar Páll, men hetta vil Mimmy Vágsheyg broyta.
- Hetta var eisini húsið hjá Marin Malenu, tí Nólsoyar Páll var sjáldan heima. Sjómenn koma heim nakrar vikur, og fara avstað aftur. Tað er hon, sum hevur havt hendan bóndagarðin undir hond, tí er tað týdningarmikið at tað er hennara søga vit fáa fram.
Tað sigur Mimmy Vágsheyg, sum rekur testovuna Marin Malena á Biskupsstøðgarði, testovan er uppkallað eftir konu Nólsoyar Páll. Marin Malena Nolsøe var millum fyrstu kvinnur sum lærdu at veva, og tað sigst at hon hevur lært 300-400 føroyskar kvinnur at veva. Á vevstovuni í endurreista Biskupsstøðgarði, hava tey ikki sett upprunaliga vev fram, tí so hevði ikki verið pláss til annað. Í staðin hava tey ein hosubandavev, sum er minni í stødd.
- Hon hevur sitið her og lært nógvar kvinnur at veva. Vit hava innrættað hetta rúmið meiri "kvinnuligt", tí hon er frúan í húsinum, og hevur kanska sitið her og hugnað sær við vinkonunum, meðan menninir hava sitið úti í roykstovuni og bundið.
Tá Marin Malena giftist uppaftur í 1819, varð skiftið eftir Nólsoyar Páll gjørt upp. Í skiftinum stendur at Nólsoyar Páll hevði eitt reyðbrúnt borð. Í vevstovuni stendur eitt borð sum er frá somu tíð, og helst er elsti lutur í húsinum. Borðið er frá 1801 og kemur úr Keyphannahavn. Í fleiri ár stóð borðið í einum gomlum blómuhandli á Østerbro til tað endaði her í Klaksvík. Lampan, sum hongur vevstovuni, hevur hingið í kongaliga einahandlinum á Tvøroyri. Tað hevur tikið drúgva tíð at fingið røttu møblarnar til vega.
- Vit hava havt ein serfrøðing í gomlum lutum at hjálpa okkum, soleiðis at vit halda okkum til eyðkennini í tíðini.
##med2##
Marin Malena sá týdningin av at fólk dugdu at lesa og skriva. Bæði hon og Nólsoyar Páll umboðaðu ein frælsisanda, og skuldi hugburðin á fólki broytast, varð neyðugt at fleiri dugdu at lesa og skriva. Sjálv hevði hon lært at lesa og skriva, tí hon var bóndadóttir úr Gerðum. Bókahillin í testovuni ímyndar bóklærdu Marin Malenu og Páll.
Í hjúnarkamarinum høvdu Marin Malena og Nólsoyar Páll eitt sjatoll, og tað er eydnast at fáa eitt líknandi úr Danmark.
- Vit ímynda okkum at Marin Malena hevur sitið her og skrivað brøv. millum annað til rentukamarið.
##med3##
Nakrir lutir eftir Nólsoyar Páll og Marin Malenu eru varðveittir. Í Roykstovuni er vaflujarnið sum verður nevnt í skiftinum. Hetta varð brúkt til at baka belgiskar vaflur, og tí verður sjálvandi borðreitt við belgiskum vaflum á testovuni.
##med4##
Tá var vanligt at gera mat í roykstovuni, men tað serliga við Biskupsstøðgarðinum var, at hann hevði køk í einum rúmi fyri seg. Upprunatekningarnar vísa hvar kaminin hevur verið, og við kaminina hevur ovnurin staðið.
- Hetta er nokk ein tann fyrsti køkurin í einum føroyskum bóndahúsum. Vanligu føroyingarnir gjørdu mat í roykstovuni, men her hava tey gjørt ein køk burturav. Hetta er møguliga nakað sum Páll hevur sæð úti í heimi, tí hann hevur verið ymsastaðni har sum ríkari fólk hava verið.
Nólsoyar Páll fekk koppsetingar ímóti pokum til Føroya við Royndini Fríðu. Hann koppsetti fólk, og fyri hetta fingu hann og bróðurin kongaliga viðurkenning. Nólsoyar Páll gekk burtur í 1809, Marin Malena helt fram við arbeiðinum, og koppsetti fólk í Norðoyggjum og Eysturoynni.
- Hon lærdi aðrar at koppseta, men hevur onga æru tikið á seg. Hetta kenna vit úr kvinnusøguni. Kvinnur hava gjørt eitt megnaarbeiði, men hava ikki fingið nakra æru, skriv, ella annað. Tí fór eg inn við hesum konseptinum, at nú er liðugt at kalla hetta húsið hjá Nólsoyar Páll einans. Hetta var heimið hjá Marin Malenu.
Biskupsstøðgarðurin bygdur uttan naglar og nútímans amboð
Tað er Archibald Black sum hevur bygt Biskupsstøðgarðin. Hann stovnaði áhugafelagið Nólsoyar Páll í 2014. Felagið hevði fyrireikandi fundir á Kafé Fríðu, sum Mimmy Vágsheyð eigur, og sostatt hevur Mimmy verði við frá fyrsta degi.
Archibald Black hevði eitt modell av garðinum, og hetta varð brúk til at fáa stuðlar. Arbeiðið at byggja Biskupsstøðgarðin byrjaði í 2016, men fyrireikingarnar byrjaði nøkur ár frammanundan. Archibald greiður frá, at hetta bleiv gjørt hóast áhugafelagið ikki hevði fingið alla fíggingina.
- Hetta var fyri at vísa, at vit meintu tað í álvara. Vit høvdu eisini sagt við stuðlarnar at, um hetta ikki bleiv til nakað, skuldu teir fáa allar pengarnir aftur.
Men verkætlanin bar á mál. Tað tók seks ár at byggja Biskupsstøðgarðin, og Archibald hevur bygt tað mesta sjálvur. Garðurin er bygdur eftir gomlum byggihátti, og tí eru eingir naglar brúktir í konstruksjónini. Alt er gjørt við hond, og ongar maskinur eru brúktar. Bert høggijørn, øks, sað og hamarar. Tó bleiv onkur skrúvumaskina brúkt.
- Hetta var eitt ógvuliga spennandi arbeiði.
Nógvir mans komu at hyggja, meðan Archibald bygdi. Eisini norðmenn og sviar komu at síggja, hvussu húsið bleiv bygt.
##med5##
Nólsoyar Páll var langabbi, langabba Archibald Black.
- Langabbi varð føddur í 1867, og eg var 8 ár, tá hann doyði 96 ára gamal. Tá hann búði í húsinum, var dóttir Nólsoyar Páll bóndakona. Tá hon doyr, var hann 22 ára gamal, so hetta er ikki longur síðani enn so.
Jákup bónda máldi upprunaligu húsini upp, meðan systirsonurin Poul Nolsøe Kjølbro hevur teknað, og tað eru hesar tekningar sum eru brúktar at endurreisa Biskupsstøðgarðin. Albert Isfeldt arkitektur var tekniskur ráðgevi, og gjørdi nýggjar tekningar, sum vóru høgligari at arbeiða eftir enn tær gomlu.
Føroyskur matur og rombudingur
Fyri Mimmy Vágheyg er søgan um Nólsoyar Páll eisini týdningarmikil. Kafé Fríða, sum hon rekur, læt upp í 2014. Kaféin er uppkallað eftir Royndini Fríðu, sum var skipið hjá Nólsoyar Páll.
- Fyri meg er ein kafé eitt sosialt upplivilsi. Hon má endurspegla samfelagið hon er í. Eg vildi hava eitt navn sum vísir til søguna, og tað skuldi vera eitt feminint ljóð. Eg varð glað, tá eg fann útav, at víkin var heimstaður hjá Nólsoyar Páll. Tá kendi eg ikki nógv til søguna um Marin Malenu, og tí bleiv tað Kafé Fríða.
Undir koronutíðini fór arbeiðið við Biskupsstøðgarðinum í dvala, og í Kafé Fríðu noyddist Mimmy Vágsheyg at velja ímillum at snara vit lykilin um, ella skrúva vit upp fyri virkseminum. Hon valdi tað seinna, og í dag húsast Kafé Fríða á Biskupstorginum. Kaféin fór úr 20 plássum til 60 pláss.
Tí var tað hóskiligt, at Mimmy Vágsheyg fekk uppgávuna at skipa innihaldið í Biskupsstøðgarðinum.
- Tá húsið var komið upp á standa, kallaði áhugafelagið meg inn. Teir góðu mær ein nevndarsess, og nú rekið eg húsið, saman við Archibald Black og Dávid Fossdalsá. Dávid ger tað tekniska, og hjálpir mær við marknaðarførðslu og tílíkum.
Áhugafelag Nólsoyar Páll eigur húsið, og fyritøkurnar, Kafé Fríða hjá Mimmy Vágsheyg og Tell Me North hjá Dávid Fossdalsá, reka virksemi í húsinum. Fyritøkan hjá Dávid Fossdalsá skipar fyri túrum við ferðafólki og ger ljóðmyndir og ljóðsøgur ymsastaðni Føroyum. Í Biskupsstøðgarði hevur Dávid Fossdalsá gjørt ljóðmynd og søgur um m.a. koppseting, fuglakvæðið og kókibókina hjá Apolloniu.
- Tað ljóðar sum tú situr millum kýr og hønur. Ein omma, sum var her í síðstu viku segði, at tað ljóðaði akkurát sum at sita í húsunum hjá langommu síni, tá hon var smágenta.
Fyritøkurnar báðar gjalda leigu, og hvør gestur leggur nakað eftir seg soleiðis, at áhugafelagið, melur runt, uttan at tjena pengar, men uppbyggir sær fæ til framtíðar íløgur.
Á Testovuni er stórt úrval av te, og afturvið verður borðreitt við føroyskum mati eftir árstíðini. Í løtuni eitt nú skerpikjøt, rullusteik, rullupylsu, kjøtpylsu, og endað verður við belgiskum vaflum, sum eru gjørdar við íblástri úr vaflujarninum, sum er varðveitt eftir Nólsoyar Páll og Marin Malenu.
##med6##
Eisini verður støði tikið í kókibókini hjá Apolloniu, sum var yngsta dóttir Nólsoyar Páll og Marin Malenu. Hetta er ein donsk kókibók, sum bleiv útgivin fyrstuferð í 1829.
- Hetta er ein tann elsta kókibókin til fínari mat í danska kongaríkinum. Tann, sum vit vísa fram er ein endurprenting frá 1836, sum vit hava stongt inni, tí Apollonia hevur signerað hana. Uppskriftirnar verða brúktar her í húsinum. Eitt nú er rombudingurin, sum vit servera á testovuni, úr bókini.
Biskupsstøðgarðurin eigur eitt jarðarstykkið og grannahúsini. Ætlanin er einaferð at velta rabarbur, hvannir og annað har.
Nógv tiltøk hava eisini verið í húsunum, eitt nú konsertir, bókaframløgur og fyrilestrar. Øll tiltøkini hava verið sera væl umtókt, tí hvørjaferð hevur húsið verið á tremur við fólki.
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##



































